Danski sjónleikarin Henning Jensen (f.1943) vitjaði í Steinprenti í dag. Hann hevur síðani 1987 verið í starvi á Det Kongelige Teater, har hann gavst í 2002. Hann hevur spælt í mongum leikum og filmum, so sum En sælgers død , King Lear og Amadeus . Í filminum um Barbu spældi hann provst Morsing og í sjónvarpsrøðini Rejseholdet var hann Palsby, ríkisovasti og vit sóu hann eisini í Krøniken og Lykke . Men tað er ikki sum fagnaður sjónleikari, at Henning Jensen og konan Solbjørg Højfeldt (f.1947) eru í Føroyum í hesum døgum. Henning er her í sambandi við altjóða Sálarfrøðidagin at siga frá um, tá hann fyri 35 árum síðani varð raktur av djúpum tunglyndi, so hann mundi doyði. Og ikki minst, hvussu hann seinni lærdi at liva við sjúkuni. Gjøgnum lívið hevur Hennnig Jensen ofta verða raktur av tunglyndi. Hann hevur gjørt av at siga opið frá um sjúkuna á ein persónligan hátt við skakandi dømum úr egnum lívi. Hann ger vart við, at verða framhaldandi eins nógv rakt av tun...