Tekstur: Birgir Kruse Myndir: úr “Podróżnik” (Franklin Henriksen 2014) Dimmalætting 2/2015 Frá ongari krónu til sjeyhundraðtúsund í almennum stuðli til føroyska filmsgerð, og frá einstreingjaðum ungdómsfilmum úr Hollywood til komplekst estetiserandi svart hvítan film úr Póllandi, og onnur evropeisk eksperiment fyri vaksin og kræsin. Heimliga støðan kann ikki sigast at verða annað enn góð, tá ræður um film í Føroyum. Ja, kanska hin besta nakrantíð, síðan filmur fyrstu ferð varð vístur á føroyskt lørift hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna í 1907, trý ár innan Dia á Bø lat havnarfólk sleppa at síggja film við sama apparati í mentunargøtuni í høvuðsstaðnum. Umframt dagsins eyðsýndu talent at gera stuttfilm úti í heimsins metropolum, eru heimligu filmsaktørarnir fyrst Norðurlandahúsið og nú Mentamálaráðið við stuðli til filmsgerð, og so Klippfisk og Havnar Bio. Men fleiri kundu verið við í filmisku føðiketuni. Millum annað Kringvarpið og almenningurin. Tí uttan publikum, eingin filmur.