Skip to main content

Posts

Millum heimar

Einki er sum at verða millum heimar, hendan og hin, frítíð og arbeiði, og so  munda sær, sum Steinbjørn sigur í skúlabókini um Krákuungarnar, tá krossoygdu dreingirnir hjá Bárði í bundnatroyggjum og stuttabuksum, sum akkurát hava etið eitt seyðarhøvd, leypa av einum bakka og yvir á hin, men fyrst munda sær. Her er tað Atlantsflog, sum beint úr Føroyum er yvir Tejo ánni, hinari longstu á iberisku hálvoynni, og ger klárt at seta seg í Lissabon, einasta høvuðsstaði á evropeiska meginlandinum, sum eins og í Sjómansrímunum hjá Hans Andriasi altíð kann pløga Atlantshav, dyggasta portugisiska vørumerkið um reinvaskaða sjarmu. Atlantshavið. Fantastiskt. Men Atlantshavið førir eisini við sær flótandi marglætishotell, summi fýrd við tungolju og undir hentleikaflaggi, tí henda vinna rúmar ikki tveimum , men bara einum heimi, hinum prangandi nýggja, sum vitjar hin gamla eitt fotostopp ella so. Skilligt er, at Alfama við søguríkastu fadostøðunum fær lítlan ágóða av hópferðavinnu av hesum s