Skip to main content

Posts

Kvalifiserað spæligleði

Útilívið í Havn er aftur sett á skrá og lív er komið í býin. Leygarkvøldið varð lýst við Outlaw Country konsert í Reinsarínum, upprunaliga undir avmarkaðu tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um ikki at tyrpast, men so varð latið upp og linkað um tilmælini, so fleiri konsertir vóru og tað fyri fullum húsum hvørja ferð. Og tað var ikki hissini konsert. Framúr solistar, hvør í sínum lagi. Vit kenna teir flestu, men Mattias Kapnas, Høgna Lisberg og Daniu Tausen havi eg ikki hoyrt fyrr í hesum stílistiska høpi.  Hallur legið fyri við Nobody Wins , hvørs upphavsmaður, Kris Kristofferson, sjálvur var inni her fyri stuttari tíð síðan, og mundi siglt av verðini. Kapnas stendur tó klárastur í minninum, tá eg murrandi fari út aftur við Last Date hjá Floyd Cramer á varrunum. Løtan stóð still, tá Mattias við inniligum punktueringum og sálfullari presisión leveraði stigvíst glíðandi lagið, sum defineraði The Nashville Sound og skapti baksýnið, sum allir stórir countryartistar sólaðu sær í, tann tí

Besti burgari í býnum

Soren Kiss í Reyðleyki í Hoyvík við einum eggjaburgara Kveiktur av nýggjastu Weekendavísini, ivaleyst frægasta avísin í verðini, fór eg at leita eftir besta burgara í býnum, hóast intentiónin hjá greinaskrivaranum, danska kokkinum Christian F. Puglisi, var hin øvuta, at fáa kokkar og kundar at venda fastfood av burgaraslagnum ryggin. Royndi fýra ymisk støð í býnum og endaði á tí minst sannlíka, sum uttan himpr av nøkrum slag varð tað besta undir mínum kræsna góma, teir seinastu dagarnar við burgara. Tað var Reyðleyk í niðasta krókinum av Ingibjargargøtu í Hoyvík.  Bæði virkisnavnið og gøtunavnið eru eftir mínum tykki tey mest ósexutu at selja nakað sum helst at taka í munnin, og so er staðsetingin so snedig, at handilskonseptið nemur við least likely element, júst tey, ið skulu til at skapa ein kultstað. Her er minst sannlíkt at fáa eina góða matuppliving. Men júst tað fært tú her. Beint her. Og so er grannagøtan hin illalýdda Karlamagnusarbreyt, ella KMB, sum tey siga í fartinum, har

Próvføst myndlist

Eftir at Helgi Fossadal, sum umsitur BankNordik savnið við føroyskum málningum, hevði verið á vitjan í Próvstovuni, er rúmið nú sum ein representativur listaskáli. Tað vitna myndirnar, sum Ása Hansen, ið er próvtøkufyrisitari, tók, um. Omanfyri sæst málningurin, sum í mínum eygum er hin mest spennandi, og knýtir hvíta skrivstovurúmið saman í visuellum vitaliteti, ið greitt bendir aftur á Kobra-bólkin hjá Asger Jorn og teimum. Bent Restorff (1922-1979) er aktuelli listamaðurin. Heitið á málninginum er skrivað á rammuna aftanfyri: "Parti af en strandklippe", upprunaliga virðið er sett til 3500 krónur og innrammingin hevur kostað 230 krónur. Soleiðis varð alt noterað við blýanti fyrr í tíðini. Málningurin stavar frá 1977. Men hvussu fært tú málningar at svinga og syngja í óruddiligum visuellum skrivstovulandslagi? Tað er uppgávan, sum Helgi hevur átikið sær at loysa fyri savnið hjá BankNordik, við tí úrvali og í teim rammum, sum eru. Visuelli larmurin er avbjóðingin. Hvat fæst b

At hoyra søgur úr egnum veruleika

Týskvøldið gjørdu Jan Lamhauge og hansara fólk eitt ordiligt come back við sendingini Teir ómettiligu . Jú, tað er í kalkyni, tí tað er týðuliga ein maskulinur eginleiki at vera ómettiligur, ikki minst tá tað snýr seg um jarðiskt góðs og fæ, um tú so skalt bøta fyri alt við sál tínari.  Religiøsiteturin er eyðsýndur, eisini tá vit lesa longur í tekstinum: “Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara”. Eitt av mínum yndissitatum.  Og her er tað Jan Lamhauge kemur inn í myndina, journalistiskt at taka skøl frá eygunum, sum vit blindu atkvøðuneyt, fyrilitarleyst trúgva uppá og lata okkum blenda og tøla av í einum politiskum veruleika, sum á øllum stigum er gjøgnumsúrgaður av korruptión og pengasterkum útlendingum, ið brúka primervinnuna í Føroyum sum royndarvøll til egna ótálmaða girnd úti í heimi.  Noteraði  mær í morgunbókina henda sama týsdag, at Kringvarpið byrjaði tíðindadagin við tveimum søgum. Onnur var um turbulens í flogídnaðinum, og hin um tey bæði ungu í bretska ko

Karismatisk dynamo í Gøtu

Michael Bjørkær er drívmegin í køkinum og millum borðini í Brimborg við Gøtugjógv. Tað er leygarkvøld og fult av fólk er í matstovuni. Lokaliseringsteori er ikki sum at siga tað, og tó. Her í Gøtu koyra fýratúsund bilar fram við um dagin og tíggjutúsund fólk kunnu náast við eini nýggjari tænastu. Upplandið er stórt og gávumilt og rávørurnar tróta ikki. Vit eru millum tvey saltfiskavirki, her eru pelagisk virki, sildavirki og bøndur, fyri ikki um at tala høvdavirkið hjá Eiriki á Húsamørk, sum hevur blást nýtt lív í handilin hjá abbanum Haldor, her posthús, banki og tríggjar skúlastovur hava verið beint við gjónna við Gøtugjógv. Tað er myrkt, so sýnið út á Gøtuvík má bíða til eina aðru ferð. Eirikur hevur ætlanir um at hava matstovu í øllum húsunum, við balkong og fríum sýni yvir víkina. Tað byrjaði við take away og rotisserie ovni at steikja høsnarungar í, sigur Eirikur og fortelur um spennandi og oftani serstakliga avbjóðandi royndirnar hann hevur sum íverksetari, eisini í Afrika við v

Mitt í havsins hjarta: Savio goes escabeche

Nú lata vit upp aftur. Mikukvøldið og hóskvøldið vístu Dánjal og Hans Petur nýggja filmin um Ingálv av Reyni fyri fulsettum hølum í Havnar Bio, og fríggjakvøldið bjóðaðu John, Savio, Tróndur og Sofía, sum síggjast omanfyri, nýggja matskrá á einastu fiskamatstovu í landinum, Barbara Fish House, har tey fyrstu ferð í gastronomisku søgu Føroya bjóðaðu lodnu! Eftir breyð úr súrdeiggi og eitt svalligt glas av cava úr Barcelona uppdaga vit at matskráin ikki hevur ligið í koronadvala, men er beint fram kollvelt við greiðari iberiskari inspiratión. Sofía kemur við havtasku ceviche, køldum salati, og lodnu escabeche á minna borðiskinunum í hennara vinstru hond, uppisjóvarfeskt úr íslendskum sjógvi frá Pelagos í Fuglafirði, og eftir uppskrift frá Savio úr Goa í India.  Hann hevur starvast her í trý ár og hevur við hepnari hond eksperimenterað við fiski og skjeljadjórum av okkara leiðum. Tað hevur hepnast so væl, at matskráin er lyft á so eksotiskt høgt støði, at tú frá fyrstu løtu kennir teg sum