Skip to main content

Posts

Fríggjadagur svarti

Veit ikki, um tað var súmbolskt, at urið steðgaði í morgun, so eg varð noyddur at keypa nýtt battarí, fríggjadagin svarta.  Tað hevði eg ikki ætlað.  Ikki vegna almennu smittustøðuna, men heldur av privatum brúkaraávum, tí mær tørvar ikki nakað, sum kann innfríast í mammonstýrdum brúkaratemplum, downtown.  Uttan eitt battarí.  Mongum brestur ætlan.  Brúkarafestin er byrjað og eg havi brotið lyftið um einki at keypa. Haldi, tað er besta orðing til eina handilslýsing í dag: Keyp einki og spar alt. Morguntíðindini hjá BBC bendu á, at aftur í ár ætla leysu arbeiðsfólkini hjá Amazon at leggja arbeiðið niður sum mótmæli móti handilsvinnuni og meiningsleysari brúkarismu.  Og tó, gera tey tað, so standa tímaløntu arbeiðsfólkini, um tey yvirhøvur hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í bretska stórbýnum, longu og bíða ótolin at útinna títt meiningsleysa arbeiði fyri heimsins ríkasta mann. Við støði í øllum framkomnum skúlabókum læra vit annars í søgutímanum, at trælatíðin er langt síðan dømd úti, og

Nýggja kirkju á Argjum

Mynd úr Dimmu í dag Hóast eg altíð havi rindað kirkjuskatt, slítið eg ikki nakra halgigátt. Í so máta burdi eg heldur flutt tað sindrið, sum fer í almenna kirkjugeiran, til eina privata brøðrasamkomu. Men tað havi eg heldur ikki gjørt. Helst tí at eg haldi, at reiðarin er hin sami, hvat tú so kallar kirkjuna, sum tú onkuntíð brúkar. Tí eigi eg eina aktiu í kirkjuveldinum. Samanumtikið man føroyska Fólkakirkjan vera eins góð og hin privatfíggjaða brøðrasamkoman, hvar hon so er, mitt í býnum ella úti í haganum, við ella uttan parkeringspláss til tey, sum enn aka omaná. Men okkurt bendir á, at nú kenna tey sær ikki hógv í almenna geiranum. Man tað vera so galið, at í materialistisku byggiørskuni, sum Tórshavnar kommuna hevur blakað okkum býarbørn út í, er ein verðslig, potensierandi kapping um bygningar farin í gongd?  Á sama hátt, sum hvør nýføðingur fyrr varð skrivaður upp á kommunukontórinum fyri grundstykki, tá hann ella hon einaferð bleiv ein peningagenerator, skulu nú eisini kirkjug

James Bond er hin mest sæddi í ár

James Bond er vinnarin í biografunum í ár. Í Havnar Bio hava fleiri enn 7500 sæð filmin, og í Danmark er tað fyrstu ferð, at ein James Bond filmur fer um milliónina. So mong hava sæð No Time To Die , sum er 25. James Bond filmurin og hin seinasti hjá Daniel Craig, sum eisini velur at leggja beinini á Trøllanesi. - Her hjá okkum er tað mest sæddi filmur í ár. Kappingarneytarnir eru teir báðir føroysku filmarnir Skál og 111 Góðir Dagar , sum 1500-1600 fólk í hvørjum føri hava sæð, sigur Mourits Clementsen, sum rekur Havnar Bio. Hann leggur afturat, at í Danmark, har filmsveitararnir eru, skulu vit tólv ár aftur í tíðina at finna ein film, sum fór upp um eina millión í seldum atgongumerkjum í Ríkinum. Tað var Avatar , sigur Mourits. Og hesin filmurin No Time To Die hevur bara gingið í hálva sjeyndu viku. SF Studios, sum eiga filmin, upplýsa, at í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hevur nýggi James Bond filmurin skapt biografunum eina inntøku, sum er omanfyri 126 milliónir. Stjórin í SF Stu

Nertingarangist - nei tú!

Danska orðið berøringsangst er so trupult, at eg finni onga brúkiliga týðing í orðabókini. Røringsangist er uppskotið. Havi aldri hoyrt tað fyrr. Eg fari at finna uppá orðið nertingarangist, ið hevur ein musikalitet sum etingarólag. Og tað hevur einki við korona at gera, nertingarangist. Men nú alt hevur verið á gosið av fótbólti, og vit taptu sum væntað, so fór eg at leita í allari miðlasøguni, um tað nakrantíð var komið fyri, at satira er gjørd um ein liðleiðara og venjara, sum fyri fótbóltsjournalistum burturforklárar, at teir taptu, og út í æsir greinar, hvussu nógv var ímóti teimum, og at júst tað at enda mátti elva til, sorry, at teir taptu. Tað er ongantíð komið fyri. Fótbóltur er heilagur og vit eru enn ikki komin hartil, at vit tora at gera satiru um fótbólt, hóast tað skuldi verið til høgra fótbóltsbeinið, nú vit hava útvarpssendingina Ónsvakt við framúr dagssatiru. Kanska kemur tað einaferð. Satira um fótbólt.  Alt hevur sína tíð. Eisini Kjølbro, Mikines og Victor. Ein av ok

Frá Abba til Palme

Sviar seta skránna í hesum døgum. Fyrstu við Abba og tíggju nýggjum sangum á Spotify, og nú við fimm pørtum um Palmedrápsmanninum á Netflix. True crime sjónvarpsrøðin byggir á bókina hjá Thomas Pettersson Den osannolika mördaren: Skandiamannen och mordet på Olof Palme , sum forlagið hjá tíðarritinum Filter gav út í 2018. Tá vóru 32 ár liðin síðan Palmedrápið, og 18 ár síðan ósannlíki drápsmaðurin doyði fyri egnari hond. Tvey ár seinni, í 2020, kunngjørdu svensku myndugleikarnir at Stig ”Skandiamannen” Engström var Palmedrápsmaðurin, sum nú lá í grøvini og tí ikki kundi rættarsøkjast. So varð lok lagt á málið, sum eins og Kennedymorðið í USA hevði elvt til eitt tjóðaskaparligt trauma, men eisini hevði lagt lunnar undir óstýriligar søgur um samansvørjingar av øllum handa slag. Alt hetta verður rullað út í svensku fimmparta fiktiónsrøðini hjá Netflix, sum hóast hon byrjar og endar við drápsmanninum, er bæði spennandi og áhugaverd at síggja, tí hon er so mettað við fakta.  Høvuðsleikarin e

Abba fyri ommur og abbar

Einki er sum gamal popptónleikur, at flyta teg í tíð, so tú ert akkurát har, tú fyrstu ferð hoyrdi Abba millum allan annan konsumpopp. Eftir sekundum ert tú har, tú fyrstu ferð hoyrdi SOS , nýbyrjaður í fyrsta ge og hugdi í húsan hjá gentunum á kostdeildini og uppdagaði, at Abba var eitt seriøst orkestur. Óluksáliga seriøst. Beach Boys harmoniir fyri bæði kynini djúpt í svensku skógini, hjá mær, sum lurtaði eftir Pink Floyd, analogt við nál frá Ortofon. Fyrsta, eg hefti meg við í tíggjutúrakortinum Voyage í útvarpstíðarmaskinuni hjá Abba, er When you danced with me . Ikki bara fyri tað góða, men mest fyri ótolandi niðurlendsku Luv og tann týska konsumpopp, sum tá var frammi við floytum og írskum dansi, sum bygdi á gomlu ljóðmyndina Wall of Sound hjá Phil Spector, ið ræddist tøgnina, og tí smurdi tvífalt tjúkt uppá av øllum, og nú í førinum Abba, soleiðis sum Michael B. Tretow fataði løgini, lag omaná lag, í hvørjari studioupptøku. Never a dull moment og alt til maximum, hvussu einfal

Frúa og Flúgvi - føroysk teknirøð fyri smærri børn

Nú fæst nakað so sjáldsamt sum ein teknirøð á føroyskum, »Frúa og Flúgvi«, í bókabúðunum. Tað er Trygvi Danielsen, sum hevur týtt virðisløntu teknirøðina hjá Jonas í Dali Wagner »Frøken og Flyver« til føroyskt. Trygvi hevur givið donsku teknirøðini ein málburð, so hon er løtt at lesa hjá børnum, ið sjálvi duga at lesa, ella um lisið verður fyri teimum. - Tað er týdningarmikið, at teknaðu søgurnar eru í eygnahædd við børnini, sigur Jonas. Teknirøðin er um hin lítla veingjaleysa Flúgva, sum svøltandi húskið sendur út í kavaoyðuna at finna summarið. Flúgvi er næstan stirðnaður, tá vindurin tekur hann á miðari nátt og førir hann til húsið, har Frúan býr. Hon vaknar tá Flúgvi fer í køliskápið at fáa sær ein náttarbita. So bjóðar hon kakao. Eitt vinarlag við gleði, sorg og kærleika tekur seg upp teirra millum. Men bæði vita, at alt kann skeiklast, um kaldi vindurin aftur fer at herja á lítla staðin, har tey búgva.  Jonas í Dali Wagner, sum fleiri føroysk filmsfólk hava notið gott av, tí hann

Ríki mítt er ikki av hesum heimi

Dimmalætting í dag Nú hava vit livað við eini samanrenning av Bíbliutrúgvum kristindómi og fólkaræðisligari tingskipan í eina tíð. Burtursæð frá, tá tingmenn fóru undir at hava bønarløtu í tinginum, og 266b varð orsøkin til at ein tingmaður skifti flokk av átrúnaðarligum ávum, minnist meg ikki, at ein ytri praktiseraður og fyri mannaeygum sjónligur átrúnaður hevur verið sæddur og hoyrdur úr tinginum. Heldur ikki hevur nakar annarleiðis trúgvandi praktiserað bøn og aðrar ákallanir innan tingsins gátt ella í fundarhølum hjá tinginum, tað vit vita. Men fyri stuttum heitti formaðurin á tingi, uttan at vera í sjamanistiskum hornum, at steðga teim kvinnum, sum vildu taka rættin frá pápum at verða pápar. Óortodoksa áheitanin hjá tingformanninum, sum varð sett fram á Facebook, og sum eg fataði sum subversiva og rasistiska, fekk hvørki umrøðu ella avleiðingar av nøkrum slag. Landstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum rímiligvís ferðast nógv og hittir fremmandafólk, hevur í einum bólki á Facebook