Tonk - ein dag standi sjálvur eg har. Soleiðis syngja vit í Mær er sagt um ein stað . Uppafturtøkan í teim trimum ørindinum ger, at orðini fara sum ísur niður eftir aldrandi rygginum. Tað var ikki fyrsti setningur, tú steðgaði við og skifti orð um á tínum arbeiðsplássi. Men - tonk - sum tíðin gongur, so ert tú har, við tí russiska klokkuklangi og øllum tí, sum dómadagslagið leggur seg upp at, skal hann syngjast. Einsamallur, tí eingin er at tosa við. Tann næstelsti er farin. Marginaliseringin og polariseringin, sum tú aldri áður hevur varnast, er ein veruleiki, sum tú nú ert mitt í. Tú verður ein paria í tí frambrúsandi samfelag, ið siglir fram yvir lívsins hav, og týðuliga hevur aðrar tilbiðjandi fyrimyndir enn tær, vit vanligu kenna ella skilja. Júst hesa støðu lýsir danska sjónvarpið TV2 í morgun. Aldrandi menn, men eisini kvinnur, sum kanska eru enn verri fyri, tá tær missa sambandið við arbeiðsmarknaðin, tá aldurin leggur sína køldu hond á gerandisdagin, og tú uppdagar, at tað e