Jógvan S. Rasmussen er køksleiðari í Áarstovu Tað man vera gastronomisk rekord, at trýhundrað fólk fara út at eta fisk á trimum matstovum eitt og sama vikuskifti í høvuðsstaðnum. Aktuella talið í Havn er mett eftir teim plássum, sum eru á Áarstovu, Barbara Fish House og Húsagarði. Fiskurin, sum tú fyrr hvørki keypti ella át úti, tí hann var partur av einum peningaleysum rensli í seinastu rembingunum av einum naturalia samfelag, er nú komin til heiður og æru á landsins bestu og mest vitjaðu matstovum. Tað ljóðar næstan bíbilskt, umsíðir at fáa mettuna av fiski, so sum evangelisturin Jóhannes skrivar um, tá Jesus mettar fimm túsund. Ikki tí, ikoniska fiskateknið hjá teim fyrstu kristnu stendur ikki á durastavinum, so dogmatiskir eru matstovueigarar ikki. Men hetta eru fiskamatstovur fyri fólkið, bygdar upp meðan ferðavinnan við útlendskum gestum kom til. Áarstova borðreiðir í kvøld við bankatoski, ugga, rogni, livur og høgguslokki av Bankanum. Afturvið skeinkja tey Chablis, sum er per