Sjúrður helt eina sjáldsama suggestiva løturøðu í danska Fólkatinginum um Ísrael og støðuna í Gaza. Ja, og so um Hamas og serliga rithøvundan Salman Rushdie, sum undir einum fyrilesturi í statinum New York fyri tveimum árum síðan varð álopin av einum óðum ungum amerikanskum manni við knýti til Libanon. Røðan er ótrúliga væl uppløgd, dugur væl at taka pallin og fer í framburði gjøgnum heilt, helst tí at røðuhaldarin er so kveiktur, at hann vil náa tær maktbastiónir, sum sita á fremsta beinki í føroysku samkomunum. Kirkjan er óinteressant, tí hon er ímyndin av føroyskum afturhaldi. Hóast hon er hildin í útlandinum og í einum fremmandum parlamenti, er hon helt greitt ætlað heimafrontinum. Makt og at styrkja heimliga støðufestið er drívmegin í donsku útfarandi, næstan frenetisku, røðuni. Durkdrivið entertainment og showmanship av besta slag til høvið og minuttin. Samanberingin við álopið á Ísrael og Rushdie, sum eisini hevur svarta brillueygað í felag við hetjuna Moshe Dayan, er effektiv o