Skip to main content

Posts

Ferðavinnan kann broyta samfelagið

Rachel Dodds, Milena Nikolova og Michelle Novotny Mánadagin og aftur í gjár hitti eg Dr Rachel Dodds úr Kanada. Fyrru ferðin í einum fyltum Norðurlandahúsið og seinnu ferðina í einum fokusbólki, har eg avtalaði eina persónliga samrøðu við hana. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, bara trúnaðarskjalið, sum hvør einstakur í fokusbólkinum hevði undirskrivað, varð hildið.  Sjálv er hon professari í hospitality and tourism management, og við einum skálkabrosið, sum eyðkennir hennara framløgur og innbjóðandi argumentatiónsteknikk, lýsir hon seg við hesum inngangsorðum: - Eg eri universitetsprofessari úr Kanada, einum landi, sum er eitt sindur størri enn Føroyar 😊 Orsøkin til ferðina hjá okkara framúr góða toymi, sum umframt meg, telur Milena Nikolova, ið er úr Bulgaria, og Michelle Novotny, sum eins og eg, er úr Kanada, var at koma higar og standa fyri verkstovum við føroyskum fólki - vinnulívi, íbúgvum, kommunustýrum, ferðavinnuídnaði - at fáa eina fatan av ferðavinnu, bæði avbjóð...

Er de fanger, hr Kruse?

Er de fanger, hr Kruse, spyr grønlendski formaðurin, nú høvuðsmálningurin er valdur til ferðandi framsýningina Hunters of the North . Nej, det vil jeg ikke sige. Men skrivebordsfanger kan vi strække det til, sigi eg, og vit grína báðir við fundarborðið. Men han ser mig nu noget lyserød ud, sigur grønlendingurin um einsamalla dreingin á skerinum. Nú eg fjórðingsøld seinni sá hann aftur í Reykjavík, kom eg í tankar um hesa stuttligu søgu, ið lýsti, hvat vit visuelt kunnu vísa, men ikki siga við orðum.  Orð eru staðfestandi, tí skalt tú verða varnari við teimum, enn við myndum.  Í morgunsjónvarpinum TV2 er ein amerikanskur kokkur, ið partú vil hava vertirnar at eta majonesbefongdan beykonburgara, stoktan í svimjandi smøri og borðreiddur við osti og trimum eggum omaná. At sannføra seg sjálvan, hvussu hann rakar einasta rætta smakkin, brúkar kokkurin vendingar sum ”this is how we roll” og at enda avdúkar hann avvápnandi navnið á egnu fyritøkuni, sum ger hesar feitt flótandi...

Her í friðlandinum

Eitt ummæli av donsku Netflixrøðini 'Reservatet': Leiti eg í orðabókini eftir reservat er svarið friðland, og víst verður til friðað øki, so sum Indian reservation. Hjá okkum, sum kunnu finna uppá at fara í inntonkta oppositión, tá norðurlendskir grannar á friðar- og mennnandi mentafundum kalla okkum og hini bæði minnimentu londini "de selvstyrende områder", at vit fáa tað at klinga av heilt serligum trælastáli, nakað sum botnurin í karibisku stáltrummunum, tá norðbúgvin, sum jú kristnaði okkum, gevur okkum hetta spjaldramerki, sum í friðlandinum er sjálvlýsandi, ikki minst í myrkri. Reservat. Ella ”de tre självstyrande områdena Grönland, Färöarna och Åland”, sum almenna norðurlendska samstarvið sigur og skrivar í skjølum. Ikki lond, men umráði, territorium, innhegnað gerði, sum í reservat. Annan vegin kunnu vit seta okkum afturá í heimligu velurstovuni, og takka okkara góðu grannum fyri, at verða so væl viðfarin, at vit ikki hava mist mál og mentan til ensk...

Eurovision er heimsins størsta sangkapping

  Hevur tú fingist við útvarpsarbeiði, og gjørt sendingar til tann miðilin, so slepst ikki undan, at tú hevur eina meining um Grand Prix kappingina, sum vit fyrr søgdu.  Veruliga navnið er Eurovision Song Contest, størsta sangkapping í heiminum við fleiri en 160 milliónum hyggjarum og kanska nærri 200 milliónum í ár, verður sagt.  Bygt verður á eina úrvalskipan við einum vinnarasangi úr hvørjum limalandi í European Broadcasting Union, sum Føroyar ikki eru limur í, men sum kortini var beinleiðis orsøk til, at ólógliga sjónvarpsvirksemið hjá antennufeløgunum kring oyggjarnar, "generally known as piracy", sum EBU stjórin í Geneve tá segði, kravdist verða legaliserað.  Hetta elvdi lukkutíð til alment reguleraða Sjónvarp Føroya. Hendi tað ikki, hevði Føroya Landsstýri heilt vist verið fyri rættarsókn av EBU. Tað hevði verið annað skil. Kappingin er eitt ár eldri enn Útvarpið, javnaldurin, og fyrsti sangur, mær dámdi í kvøld, var hann úr Luksemborg, La Poupée Monte le So...

Nú byrjar ferðavinnan aftur

Nú byrjar ferðavinnan aftur. Ferðavinnan, so sum vit altíð hava kent hana, við summarturistum, ið ganga millum húsini, rannsóknast og fotografera. Tá tú sært tey í smáum skipaðum bólkum á vælvaldum støðum, sum eina evarska løtu neyvan sjikanera nakran, kenst tað hugnaligt, tá tú gongur teg inn í fremmandafólkini, sum kurteisliga heilsa, møtir tú eygunum, og biðja góðan morgun. Ein bólkur á enskum og ein á týskum. Í morgunlotinum, sum ber nýsmurda tjøru við sær, oljuta og søtt kryddaða av turkaðum tara og brendum torvi, kennir tú tað, sum flytifuglurin kom við summarinum, og tey, úr tí fremmanda, ið hava valt okkum sum ferðamál, víðka í hesari ørstuttu løtu um mína grundleggjandi fatan av heiminum, har vit ikki bara eru eitt sandkorn, men eitt attraktivt ferðamál, tætt bundið at øllum farleiðum. Og tó. Sjáldsama egin og innvend í okkara tvíhaldan um at varðveita tað forniskt upprunaliga, fari eg niðan í Tróndargøtu, og fyri Jomfrúbakkanum taki eg eitt stig inn á gøtuna, so eg longst upp...

Stuttligt, hvussu ymiskt fólk síggja søguna

 - Tað er ikki heilt gingið upp fyri mær ordiliga, sigur Sakaris Stórá um filmin ”Seinasta paradís á jørð", sum umframt í Havnar Bio gongur í 58 donskum biografum, og fær bestu ummæli, úr fýra og heilt upp í seks stjørnur, sum er fult stigatal, í allar filmspressuni. Politiken, sum gevur fimm av seks hjørtum, skrivar: "Tað er djúpt imponerandi at síggja ein film úr einum landi, sum treyðugt kann sigast at hava eina veruliga filmsvinnu, vera líka gjølla hugsaðan, skrivaðan og framleiddan, sum var hann gjørdur í einum fult professionellum og royndum filmslandið." Alt for Damerne, sum umboðar nógv tann størsta partin av biografgangarum, minst ein tríkvart, gevur somuleiðis fimm av seks stjørnum, og kallar hann eina "atlantshavsperlu". Sama karakter gevur Avisen Danmark og lýsir filmin sum "fabelaktigan", meðan Cinema Online gevur fult stigatal, seks av seks stjørnum. Høgrumegin hetta ummælið, sum er sett ovast á sitatplakatini, er mítt egna, sum eisi...

- Seinasta paradís á jørð fær øgiliga móttøku í Danmark

Yvirskriftina og veggjamyndina eigur Jón Hammer, CEO og framleiðari í Outlierprojects í Havn. Neyvan ivast nakar í, at hann sipar til nýggja filmin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á jørð", sum nú gongur fyri fullum húsum í Danmark. Eingin filmur, við rót í Føroyum, hevur verið so útbreiddur í Danmark, sum hesin. - Tað man vera eindømi, at ein føroyskur spælifilmur hevur fingið so nógv ummæli uttanlands, sum "Seinasta paradís á jørð" hevur fingið seinastu dagarnar, og at tey hava verið somikið góð, sigur Jón í tíðindaskrivi. Skoðsmálini eru millum 4 og 6 stjørnur, og jaligu viðmælini eru nógv um dagarnar, nú filmurin er á løriftinum í 58 donskum biografum, umframt Havnar Bio í Føroyum, sigur Jón og siterar: Politiken skrivar: "Tað er djúpt imponerandi at síggja ein film úr einum landi, sum treyðugt kann sigast at hava eina veruliga filmsvinnu, vera líka gjølla hugsaðan, skrivaðan og framleiddan, sum var hann gjørdur í einum fult professionellum og roynd...

Í bestu siglandi matstovu

Lasse, sum er hotelleiðari umborð á Norrönu, bjóðar okkum kapteynsborðið í Munkastovu, ið er siglandi gourmet matstovan í Norðurhøvum. Fríggjadagin komu tey úr Íslandi og nú hava vit fýra tímar til tey aftur leggja frá landi. - Hetta er ein av longstu siglingarrutum, sigur Pætur Trónd, sum er hotellstjóri á Hafnia, Brandan og Norrønu. Tað er í sambindandi steðginum millum Seyðisfjörð og Hirtshals, at Pætur og Lasse skrivaðu okkum inn á farstøðini at sleppa umborð, síggja skipið og fáa ein bita. Eg fái beinanvegin ein varhuga av, at hetta er ikki bara ein skúlastudia, men ein ítøkilig uppliving av útvendum tænastuvirksemi. Um Norðuratlantshav, og við Føroyum sum miðdepli, er farleiðin hin einasta, sum knýtir Evropa og Ísland saman. Tað letur upp fyri ævintýrum, sum á kjøli taka ta tíð, ið flogferðslan ikki hevur og skundferðafólkini tí velja. Umframt at geva sær tíð at borðreiða, og uppteinkja matskráir og vínparingar, ið skjóta avgreiðslan í luftini logistiskt ikki letur upp fyri, er...