Skip to main content

Nú byrjar ferðavinnan aftur

Nú byrjar ferðavinnan aftur. Ferðavinnan, so sum vit altíð hava kent hana, við summarturistum, ið ganga millum húsini, rannsóknast og fotografera. Tá tú sært tey í smáum skipaðum bólkum á vælvaldum støðum, sum eina evarska løtu neyvan sjikanera nakran, kenst tað hugnaligt, tá tú gongur teg inn í fremmandafólkini, sum kurteisliga heilsa, møtir tú eygunum, og biðja góðan morgun. Ein bólkur á enskum og ein á týskum.

Í morgunlotinum, sum ber nýsmurda tjøru við sær, oljuta og søtt kryddaða av turkaðum tara og brendum torvi, kennir tú tað, sum flytifuglurin kom við summarinum, og tey, úr tí fremmanda, ið hava valt okkum sum ferðamál, víðka í hesari ørstuttu løtu um mína grundleggjandi fatan av heiminum, har vit ikki bara eru eitt sandkorn, men eitt attraktivt ferðamál, tætt bundið at øllum farleiðum.

Og tó. Sjáldsama egin og innvend í okkara tvíhaldan um at varðveita tað forniskt upprunaliga, fari eg niðan í Tróndargøtu, og fyri Jomfrúbakkanum taki eg eitt stig inn á gøtuna, so eg longst uppi enn einaferð kann skoða ein heilfluktara av býarplanlegging í báðum borðum, niðan á katólska krossin á Nonnuskúlanum. Vendi mær við og eftir einum snari eri eg aftur í altjóðagjørda metropolinum, og sleppi arbeiðarabýlinginum frá 1928. Alt í einum feti, meðan eg arbeiði meg inn á rættu vinklingina til eina mynd av tveimum ferðamannaskipum, sum passar til sólargangin.

Hevði skipanin og varðveitingin av hesum býarparti verið líka væl skipað og ferðafólkini, sum í morgun komu í land, so hevði staðið væl til her niðri í Havn.

Og nú vit gera okkum út til at møta ferðafólkunum, lat meg so siga, at næstsíðsta sunnudag var eg biltúr í Saksun, sum ovasta myndin bendir á. Fyrstu ferð í mong ár. Píkatráðurin og forboðsskeltini frammanfyri kirkjuni eru burtur, og longu niðri í dalinum, har tey onkuntíð hava svomið í ánni, og tað hesumegin eitir Bjerndalsfløta og hinumegin so mikið sum Rognaspýggjan, longu har stendur eitt uppslag við risastórum stavum, Welcome, á einum hjalsveggi við vegin. Welcome. Skeltið stendur aftur uppi í Dúvugørðum. Tað eru nýggjar tíðir í føroysku ferðavinnuni. So ólíkar tí, sum fyrr sást, at eg fái meg ikki at taka eina tílíka mynd fram. Tí nú eru vinarliga vitjandi vælkomutíðir. Eisini í ferðavinnuni.