Yvirskriftina og veggjamyndina eigur Jón Hammer, CEO og framleiðari í Outlierprojects í Havn. Neyvan ivast nakar í, at hann sipar til nýggja filmin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á jørð", sum nú gongur fyri fullum húsum í Danmark. Eingin filmur, við rót í Føroyum, hevur verið so útbreiddur í Danmark, sum hesin.
- Tað man vera eindømi, at ein føroyskur spælifilmur hevur fingið so nógv ummæli uttanlands, sum "Seinasta paradís á jørð" hevur fingið seinastu dagarnar, og at tey hava verið somikið góð, sigur Jón í tíðindaskrivi.
Skoðsmálini eru millum 4 og 6 stjørnur, og jaligu viðmælini eru nógv um dagarnar, nú filmurin er á løriftinum í 58 donskum biografum, umframt Havnar Bio í Føroyum, sigur Jón og siterar:
Politiken skrivar: "Tað er djúpt imponerandi at síggja ein film úr einum landi, sum treyðugt kann sigast at hava eina veruliga filmsvinnu, vera líka gjølla hugsaðan, skrivaðan og framleiddan, sum var hann gjørdur í einum fult professionellum og royndum filmslandið." Politiken gevur filminum 5 av 6 stjørnum.
Alt for Damerne, gevur somuleiðis 5 av 6 stjørnum, og kallar filmin fyri eina "atlantshavsperlu". Sama karakter gevur Avisen Danmark og lýsir filmin sum "fabelaktigan". Meðan Cinema Online ger bart og gevur "Seinasta paradís á jørð" 6 av 6 stjørnum. Høgrumegin hetta ummælið, sum er sett ovast á sitatplakatini, er mítt egna, sum eisini gevur 6 stjørnur við frámerkinum "Ein tíðarrøtt hetjusøga".
Den Korte Avis sigur um filmin: "Hetta er bæði ein vakur og rørandi filmur, á tremur við vøkrum (náttúru)myndum, fortaldur í eini sera spakuligari frásøguferð, og fyltur við sympatiskum, inniligum og hjálpsomum leiklutum."
Soundvenue skrivar "Seinasta paradís á jørð endar sterkt og rørandi við einum lítlum glotta av vón mitt í óvissuni í lívinum. Kanska er tað í lagi, at vera tann, sum verður verandi."
Kulturpanelet kallar filmin sjáldsaman og óvanliga vakran, og heldur fram: "Kanska hava vit her svarið upp á ta ævigu leitanina eftir samleika og lukku - í minsta lagi tann góða hálvan annan tíman, sum filmurin varar." Meðan Berlingske lýsir filmin sum "sera góðan" og Information kallar hann "stillisliga góðan".
Í ummæli frá Ritzau, ið eitt ótal av donskum lokalavísum hava prentað, sigur ummælarin: "Seinasta paradís á jørð" er bæði nærverandi, fantasifullur, radikalur og ein innari ferð í myndum."
Lýsingin hjá kulturen.nu er somuleiðis beinrakin: "Seinasta paradís á jørð er ikki ein fínpussaður mainstreamfilmur. Men lýsir sera nærlagt ta máttleysið, sum kann raka okkum - tá okkurt størri uttanífrá gevur okkum ein frammaná."
Filmurin er enn á skrá í Havnar Bio, og kann nú eisini upplivast við ávikavist donskum og enskum teksti. Í Danmark er hann á skrá í 58 biografum, so til ber enn hjá útisetum at uppliva hann í biografi.
Við í framleiðsluni er Creative Europe. Havi ikki varnast at hesin møguleiki er brúktur áður í føroyskum filmi.