Skip to main content

Posts

Atamjaðarurt á pizza

  Við føroyskum kryddi frá landnámstíð hevur malaisiski høvuðskokkurin í Áarstovu, Roy Yeow, vunnið fyrstapláss í donsku kappingini at gera gourmet-pizza. Føroysku epladálarnir, blómubløðini og hvíta kryddið, sum sæst omaná, sannførdi dómararnar í kappingini um, at hetta var besta gourmet-pizza. Kryddið er gagnplantan atamjaðarurt. Samansetingin er eitt gott dømi um at mentanir møtast og fáa nakað óvæntað burturúr, tá hegni og forvitni fylgjast. Áarstova skrivar á Facebook: His passion, creativity, and dedication to the craft have truly paid off - and now the best gourmet pizza in Denmark has his name on it. We’re beyond proud to have Chef Ray as part of our team. A huge congratulations to our very own Chef Ray Yeow who just took home 1st Prize at the Danish Championship of Denmark’s Best Gourmet Pizza 2025! Atamjaðarurt (Filipendula ulmaria) Mjødurt, Meadowsweet, er ein av aldargomlu plantunum í føroyska kovanum, sum verða nevndar í undirvísingarliga yvirlitinum yvir gagnpla...

Ælabogavegur eitt

Í morgun var eg á Ælabogavegi eitt í Havn. Ørindini vóru at taka eina mynd av gøtuni, sum eg ikki visti av var til, fyrr enn tríggir fólkafloksmenn í Býráðnum fortaldu ikki bar mær, men allari verðini, sum vit kenna hana, tað. Síðan hevur hetta verið eitt grundleggjandi stríðsmál hjá monnunum, ið hava stillað upp og eru valdir, og nú útinna sítt vald við at krevja Ælabogavegin fjernaðan. Kanska verður tað tvørturímóti, at avmálda gøtan og málaðu litirnir, fara at verða hevjaðir upp til eina neyðturviligheit, at halda fast um gøtuna, staðið og litirnar. Hon verður kult, Ælabogagøtan. Tá Útvarpið í tíðindunum í morgun varpaði ljós á gøtuna, navnið, og at nu fór hon at verða málað og sjeina upp, eftir at ótangar í Dalinum, púra ópolitiskt, høvdu svínað kláru og bjørtu litirnar út, millum annað við navni hins allar hægsta, um tú fór í kirkju. Bara fyri at stigmatisera medborgarar í býnum. Vorðið sum. Og nakar góðar morgunmyndir fekk eg á nýmálaðu Ælabogagøtuni, og eitt gott prát við eina...

Hvat kostar hvørjum hvat?

$elfie. Bara heitið, formatið og senditíðspunktið. Perfekt í øllum trimum førum. Ellivu vælskrivaðir minuttir við góðum tvistum, væl spælt, væl filmað, og ljóðið og tónleikurin er í báðum førum deiliga nýtt í mínum oyrum. Einasta, sum skapar ein farra av ófrættakendari undran er summarsliga brimfjølin, Beach Boys heitið Surf’s Up, einsemi og kavin í hæddunum. Samansetta søgan er sjósett. Hann setur seg sjálvan í karm við Risanum og Heksadámuni, sum hann sigur. Telefonin er amboðið, hjartastartarin og myndabókin, sum alt fer í gjøgnum, eisini eitt prát við bankarágevan, har Pauli eydnast at tala alt upp í lag, og manipulativt skiftir leiklut til ein pressaðan influensara, sum kann fara frá zero til hundrað, og tí sleppur at taka maktina í prátinum. Í næsta telefonpráti í sama regnmerkta bili, søkir hann arbeiði, og fær tilboð um at selja snús í eini føroyskari roykimentan. At bjarga lívum. At fáa snús undir vørrina hjá teim ungu, snús í brús og snús eftir sex. Og so er tað spælið Pade...

Viggo til minnis

Í farnu viku, meðan øll gjørdu klárt til ólavsøku, komu hesi boð frá systkinabarninum, Ara, í Kvívík: - Hey Birgir, nú var tíðin komin hjá pápa. Hann andaðist gjáramorgunin á Mørkini 92 ára gamal. Ari. Myndina av Viggo tók eg í Glæmuni í fjør, tá Kristjan fór til gravar. Viggo er hin einasti eg veit um, sum í okkara familju hevur skrivað við tí endamáli at verða lisin. Javnt og samt skrivað, hóast kjølfestið ikki var nær í námindi av tí akademiska, men heldur sum sjómaður, bilmekanikari og postflutningsmaður. Og so yrkjari. Hetta við at halda fast um løtuna, eitt ørstutt sekund, og halda visjónini, sum fer aftureftir og frameftir, men verður pallsett í løtuni, onkuntíð visuelt sansaligani, og fella hana niður á pappír í stevføstum hami, men onkuntíð eisini leysari og sveimandi frítt. Tað er ikki hvørs mans føri. Undir jarðarferðini varð yrkingin hjá Viggo ”Vit standa á hellu, sum vikast ei kann” framførd í kórsatsi hjá Boga K. Mouritsen, eins og hon so hátíðarliga var í Havnar ...

Tíðindi sum ítrótt

  Ítróttamynd, sum Jens. Kr Vang tók, og sást í Blaðnum frá kappróðrinum á ólavsøku Kanska er summartíðin ikki hin rætta at gera upp, hvussu journalistiska avrikið í føroysku miðlunum kann mátast. Meini so við, hvør skal máta og hvussu skal mátast? Fara vit aftur til Ársfrágreiðingarnar hjá Ríkisumboðnum fyri aldarskiftið, so sást, at meðan svenskarar høvdu heimsmet í avíslesing, sambært Guinness Book of Records, so kundu vit á heimabeitinum lesa fyri vist, at fleiri enn túsund bløð sirkuleraðu, vóru í umfari og vórðu lisin, fyri hvørjar túsund føroyingar. Hartil skal sigast at upplagskontroll, alment eftirlit við prentaðum bløðum, hevur aldri verið í Føroyum og er enn ikki til. Helst var tað bara skrivstovufólkið, sum fór burtur frá, taldi upp og skrivaði rokningina til blaðstjóran, ið visti veruliga upplagið á føroysku bløðunum. Umframt upplag, sum altíð er knýtt at lýsingaprísum, er eisini hin redaktionella linjan og skrivaða innhaldið avgerandi fyri ein og hvønn mið...

Hví spyrt tú ikki á føroyskum?

  - Hví spyrt tú ikki á føroyskum, sigur amerikanski læknin, Mimi Syed, ið er av pakistanskari ætt. Ein farri av suðuroyarmáli liggur í óvæntaða setninginum. Meðan Føroyar hyggja eftir fótbólti á tveimum vígvøllum eri eg farin í Finsen, har Elisabeth Skarðhamar Olsen innleiðir og bjóðar vælkomin til fullsettan fyrilestur í auluni við Mimi Syed. Fimtan ára gomul var hon skiftisnæmingur í Føroyum skúlaárið 1996/97, og búði hjá Elisabeth Holm, sum gamaní er av Tvøroyri, men býr í Hoyvík. Fyrilesturin úr Gasa byrjar og endar við sitatinum hjá týska prestinum, Dietrich Bonhoeffer "Silence in the face of evil is evil itself." Orðini hjá Bonhoeffer, sum týsku nazistarnir drupu í 1945, hanga skilliga lýsandi í heimligu auluni, ið er prýdd við Sjúrði og orminum á Glitraheiði. Fyrst er ein heimildarfilmur í 25 minuttir, “Kids Under Fire: An investigation into Israeli soldiers shooting children”, sum tíggjufaldi Emmyvinnarin, algersk-amerikanska Amel Guettatfi, hevur gjørt fyri am...

Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamál

  Konsentrerað og smakksterkt, sum whisky við fatstyrki er, er greitt, at fyri kennarar er tað ein ótyntur og ektaður upplivingarfaktorur í sjálvum sær. Men ein nýtist ikki at verða afficiendo fyri tann saks skuld. Og heldur ikki at vera globetrottari, sum Tróndur í Götu sigst hava verið, fyri at sanna, at føroyskt whisky við fatstyrki kann verða eitt savnandi ferðamál hjá útlendingum við enda jarðarinnar, ella so langt sum slepst frá meginlandinum í Evropa, sum granskarar frá Columbia University greiddu frá í morgun. Føroyar eru ikki bara eitt ferðamál, men hevur fingið eitt nýtt aktiv. Tað upplivdi eg í fjør heyst, tá John Dalsgarð skipaði fyri norðurlendskari ráðstevnu í Varpinum um atgongd til útbúgving og arbeiðsmarknað, eisini hjá fólki við skerdum førleika við lopfjølini á Tekniska skúla, har í býnum, sum briljantum dømi. Tá møttu vit Anniku Waag, sum í søguligu hølunum hjá Føroya Bjór við sjóvarmálan í Klaksvík greiddi livandi frá um nýskapandi tilgongdina at gera whisky....

Observerandi og vælupplagt rockportrett

Í kvøld bjóðaði Pætur Hjalmar Evensson mær oman í Blábar at síggja heimildarfilmin Róin - spælimaðurin við heimsins enda , hin fyrsta hann hevur gjørt. 58 minuttir við einum in your face portretti av sangaranum Róin Siggertsson úr Vestmanna, bygdin, sum stundum í filminum verður kallað Westworld, og hvast, men góðlynt sum flugan á vegginum, lýsir 19 ára gamla spælidrongin, sum fer heiman og til Danmarkar, og byrjar at nærkast heimlandinum og bygdini aftur sum vaksin, nú hann er 46. Ein filmur um útlongsul og flyting, sum neyvan er tilætlaða, konsis og avtalaða, kanska eins nógv ein flýggjan, til okkurt, sum í løtuni fatast størri og betri, uttan at verða tað á einum tilvitaðum og realistiskum pláni, hugsi eg. Men eisini treytaleyst at ofra seg fyri listina, at vilja hana, tónleikalistina, har sum møguleikarnir í løtuni tykjast bestir, og fara frá tí, ið fatast sum trongt og avmarkandi. Ein innistongdur útlongsul, er fatanin eg siti eftir við. Upprunaliga hevði Róin fingið læruplá...