Sunnudagssofan kann sum ongan ting brúkast til at hyggja eftir ”Frankenstein” á Netflix í hálvan triðja tíma, er sofan góð, eins og myndin og ljóðið. Tí nýsagda søgan um Frankenstein er borin fram av yvirskoti og eini flóð av filmslist, senugrafi og ljósi. Men hon krevur, at tú tekur notur, at fáa alt við. Filmurin byrjar við donskum dialogi, uttan undirtekst, norðast í verðini við heimsins enda í 1857. Skipið ”Horisont”, sum skal til Norðpólin, hevur rent seg fast í ísin. Manningin er donsk, Lars Mikkelsen er kapteynur og Nikolaj Lie Kaas yvirstýrmaður. Longu nú er ljóssetingin so fantastisk, at hon verður høvuðsleikari. Á ísinum sæst ein særdur maður í kyndilsljósi. Nakað stórt og ófrættakent blæsir seg upp á himmalin sum norðurljós, men tað er mannaskapta dýrið, ið stendur móti øllum. So er ramman sett og søgan byrjar. Ein uppbyggilig og formanandi lærdóms- og lagnusøga um teir villinivegir, sum enska Mary Shelley (1797-1851) sær fyri sær í tí, vit í dag kalla dannilsi, ...