Skip to main content

Posts

Tá vitlíkið ger innrás

Emmanuel Todd (Wikipedia) Í dag, nú árið rennir út, fekk eg ein fyrilestur í mín innbakka um, hví vit skulu halda við Putin, ið sum Páll púra einsamallur stríðist við lívinum sum innsatsi, altíð árvakin at bjarga Ukraina og øllum ukrainum í verðini, undirmenniskjunum, sum Stalin svøltaði, so hermenn hansara kundu fáa stuldursføði árini 1932-33, tá fólkadrápið Holodomor fór fram.  Av tilvild varð tað uppdagað, tá valisiski journalisturin, Gareth Jones, rendi seg í hendingarnar og kundi siga heimssamfelagnum frá um dokumenteraðu ógerðirnar.  Dokumentatión er alt. Fyrilesturin í innbakkanum er eitt enskt brot úr fronsku bókini hjá Emmanuel Todd, "Týndi Vesturheimurin", La défaite de l'Occident (2024), har sagt verður, hvussu protestantisma hevur tikið beinini undan avindustrialiseraða og nihilistiska vesturheiminum.  Tí er narrativið, at Putin longu hevur vunnið á Vesturheiminum.  Eftir er tí bara legitimerað rættvísgerð, sum Putin nú á fjórða ári starvast við, telj...

Putin-vaksina

  Copilot hjá Microsoft gjørdi myndina meðan eg skrivaði Tað var ikki so mikið sum uppskot at verða ársins orð, hóast tað kundi verið grundgivið væl og virðiliga fyri tí herheima. Putin-vaksina. Ikki tí hon fæst á apoteki í dagsljósi ella hjá kommunulækna á resept, men tí at samanfallið, coherence, høpi, samanhangur og samfesti millum tveir bólkar er totalt, tá eg hyggi aftur á árið, ið brátt er farið. Tey, ið fult lógliga og eins skilliga á fólksins almenni, Facebook, enn gera vart við, at tey vóru ímóti tí ágangi, tey sannførd upplivdu, tá vit øll gjøgnum miðlarnar og skúlaskipanina skuldu tvangsupplýsast og síðan gjøgnum heilsuverkið tvangsvaksinerast móti uppfunnu koronasmittuni covid-19, ikki bara eina ferð men fleiri ferðir, fyri ikki at verða sett uttanfyri alla luttøku og ávirkan í samfelagnum, og so tey, sum eins lógliga og skilliga á sama stað, serliga í hesum ári, hava gjørt vart við seg sum svorin viðhaldsfólk hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, og hansara kr...

Konsumfilmar á jólum

Jólini eru tíðin, tá tú gert upp, hvat var best í árinum, sum fór. Hyggja vit at filmi, so er ikki óvanligt, at tú sært listar í miðlunum, sum hondfast staðfesta, hvat eru bestu jólafilmar, og hvørjir filmar skulu síggjast á jólum. Binge watching, tey kalla. Sum jólini ganga, gongur upp fyri mær, at ávísir filmar eru skrásettir sum ómissandi jólafilmar, uttan at eg visti av tí, og ofta uttan at filmurin hevur nakað stórvegis, kanska slettis einki, við jólini at gera, men er blivin ein partur av tí konsumi, fyrilitsleysari ovurnýtslu, sum jólini eru. Ein filmisk brúkarafest. Ein morgun undan jólum síggi eg, at Home Alone frá 1990 verður sýndur á donsku public service rásini DR1. Ein góð søga sett saman við spenningi og filmiskum frásøgusnildi av eini aðrari verð, sum ikki bara setir barnið í focus, tá tað forskansar seg í stóra ríkmannaheiminum, men eisini loftar tankum um familju og einsemi á jólum. Kjarnuboðskapurin kemur fram, tá høvuðsleikarin, Kevin (Macaulay Culkin), møtir g...

Krubbuspæl á krabbameinsdeild á jólum

At sleppa tvey og tjúgu ára gamal at skriva handrit til ein jólafilm við fremstu filmstjørnum er sjáldsamt, men kann so víst og sætt síggjast og upplivast á Netflix hesi jólini. Mamman hevur tikið um endan, leikstjórnað fyri fyrstu ferð, og framleitt. Ein jólaleikur, sum hóast hann nemur við tað sentimentala, er ein av teim bestu í okkara tíð, tí mest sum allir nýggir jólafilmar, ið almennu rásirnar hava sjáldsama góðan hug at vísa upp í saman, eru tað bera glimmur og fjant, eindimensjonellir og uttan dýpd, ja teir tykjasta hava sett sær fyri, at halda í hevd tann æviga sannleika, at vit skulu heilt aftur til Dickens at hoyra og síggja ektað jólaævintýr. Hesin filmurin prógvar undantakið. Haldi eg. Ein jólafilmur við innihaldi og viðkomandi ivamálum alt til røttu við. Heitið er “Goodbye June”, ið er Helen Mirren, krabbameinssjúka mamman at fýra, ið liggur til tað síðsta. Timothy Spall er maðurin, Bernie, ið er aftastur í øllum, men í seinasta parti briliérar sum ein annar Ray Cha...

Brandan bjóðar bestubitar á jólum

Í mun til fyrr, tá eg ørminnist, at miðbýarmatstovur í Havn stongdu á jólum og nýggjárinum, hevur sama vinna hesa mest avbjóðandi myrkatíðina, longst frá útvenda ferðavinnusummarinum, fingið so góða undirtøku, at vinnan neyvan kann lýsast annarleiðis, enn at hon stendur í mest innovativa fagurblóma heilt frá borðreiðing til vøddamýking. Og uppvartaravinnan fer nú av álvara at røkka til Klaksvíkar eisini. Kalt er úti. Ein skal ansa sær í hálkuni, tí tungt er gamlamanna fall, sigur orðatakið hetta lívsskeið og hesa ársins tíð. Men vit koma fram í øllum góðum. Virgar Enghamar, er í durinum og bjóðar vælkomin inn í hitan. Um vikuskiftið hitti eg hann og kokkin, Jaspur Svabo Jørgensen, á Húsagarði, og so eisini Andras Sigmarsson Jacobsen, lærara á Tekniska skúla í Klaksvík, har hann stendur fyri matvøruútbúgvingini, har fyrstu sveinaroyndir fyri kokkar nú fara at verða. Men fyrst er tað fimm rættaða matskráin á jólum. Yvirtænarin, Mart Manuel, bjóðar niðurundir og inn í svalliga Gilið t...

Ársins orð

Í morgun var árliga sendingin í Útvarpinum at velja ársins orð. Og tað bleiv mikið hóskandi Suðuroyartunnil.  Einki skeivt í tí.  Men hvørt ár, hetta er tíggjunda móðurmálsliga morgunatkvøðusending, leggi eg til merkis, hvussu tey bæði innbodnu málumboðini mala sum hundur m/k um heitan greyt, at sirkla seg inn á eitt møguligt uppskot um ársins orð, hvat ýtið so er. Ullint og ógreitt. Í hesum sussinum er útvarpsmaðurin greiður, tí hann hevur orðabrúkið inn at kroppinum, ja mest sum í dna’inum, snyrilsvundna mýlbygnaðinum í kromosomunum ið ber arvaeginleikarnar hjá livandi verum , um vit skulu fylgja Orðabókagrunninum, meðan hini í kjakinum leggja allan málsligan musikalitet, brúksnyttu og fynd til viks. Antin tey bastant vilja tað, ella tí, at tey ikki vita betur.  Spell, at fáa ein tíma av roksi frammaná hvørji jól um føroyska málið. Tað eg veit, er málið so spilllivandi, at eg aldri havi rent meg í eitt fyribrigdi ella eina støðu, sum ikki kann sigast munnliga ella skrif...

Árið í myndum - og eitt sindur av teksti

  Árið í myndum byrjar við kubanska prestinum í bláari troyggju, Felix, sum eftir ársskiftið sendir mær mynd av motorsúkluni, eini AVA, hann hevur keypt, so hann kann koyra millum fangahúsini á oynni. Keypið er fíggjað úr Føroyum. So pakka vit og fara heim . Umborð á Air France flogfarinum síggi eg nýggja filmin The Outrun , sum við Saoirse Ronan í høvuðsleiklutinum byggir á søgu hjá orknoysku Amy Liptrot, ið týska Nora Fingscheidt leikstjórnar. Heima bjóðar Henny til verkstovu á Háskúlanum um ringu støðuna í fólkaskúlanum, tá umræður handaverk og list, sum blómar alla staðni, bara ikki í skúlanum. Altjóða Holocaustdagur er í skúlanum við Løgmannabreyt, har fokus í ár var á Pol Pot og Reyðu Khmerdrápini í Kambodja fyri 50 árum síðan. Í mínum hugaheimi er hesin hugsunardagur hin mest áhugaverdi í árinum, tá um læring ræður, alt eftir teim tíggju stigunum um happing, polarisering og fólkadráp hjá Gregory Stanton. Her taka næmingarnir saman um, hvat teir hava lært í 90 minuttir, su...