Copilot hjá Microsoft gjørdi myndina meðan eg skrivaði
Tað var ikki so mikið sum uppskot at verða ársins orð, hóast tað kundi verið grundgivið væl og virðiliga fyri tí herheima. Putin-vaksina.
Ikki tí hon fæst á apoteki í dagsljósi ella hjá kommunulækna á resept, men tí at samanfallið, coherence, høpi, samanhangur og samfesti millum tveir bólkar er totalt, tá eg hyggi aftur á árið, ið brátt er farið.
Tey, ið fult lógliga og eins skilliga á fólksins almenni, Facebook, enn gera vart við, at tey vóru ímóti tí ágangi, tey sannførd upplivdu, tá vit øll gjøgnum miðlarnar og skúlaskipanina skuldu tvangsupplýsast og síðan gjøgnum heilsuverkið tvangsvaksinerast móti uppfunnu koronasmittuni covid-19, ikki bara eina ferð men fleiri ferðir, fyri ikki at verða sett uttanfyri alla luttøku og ávirkan í samfelagnum, og so tey, sum eins lógliga og skilliga á sama stað, serliga í hesum ári, hava gjørt vart við seg sum svorin viðhaldsfólk hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, og hansara krígs-, dráps- og bumbuinnrás í grannalandið Ukraina, at bjarga fólkinum har undan fyrst og fremst korrupsjón.
Eftir sita vit onnur, sum ikki eru í hesum inner wheel klubba, og undrast, hvat gongur fyri seg her hjá okkum og úti í heimi.
Er ein loynilig Putin-vaksina í umfari, sum føroysk samsint við rusnevskari nál deila teirra millum, og vit, sum í sama landi verða hildin uttanfyri, og ikki fáa ágóðan av?
Tað er ikki dagur, at eg ikki hyggi at BBC og øllum teim norðurlendsku almannarásunum, at fáa fakliga og fólksliga vitan um støðuna í Ukraina, beint nú við pseudo-samráðingunum í Florida sum karmi.
Samstundis er tað við stórum harmi, at eg hyggi at okkara vitanarveitara, Kringvarpinum, og einki síggi, heldur ikki í hinum heimlandsmiðlunum, um støðuna úti í heimi og so slettis ikki í Ukraina í dag, hóast fleiri vitarar eru okkara millum í dag. Hendir tað seg, at teir bera fram eitt líkinda sjónarmið, so er tað rættuliga vist ikki í einum føroyskum miðli.
Nú árið rennir út, má eg sanna, at uttanríkispolitiskt, reka vit sum bukka millum sengur í føroysku miðlunum. Takið tykkum nú saman og upplýsið okkum sum tað fyrsta, hvørt ein loynilig Putin-vaksina er í umfari, og hví hon bara koppsetur tey frammanundan sannførdu í Putinfrelsu, og ikki hini, sum tvíhalda um, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, er ársins hetja. Við fleiri bátslongdum.
Nýggársynskið er ein virkandi uttanríkisdeild í Kringvarpinum. Ella at tónað verður reint flagg av sama stað, hvar vit skulu skifta, at fáa røttu boðini um rættsinnið hjá Putin og korupsjónina hjá Zelensky. Ella um ein russisk vaksina, kanska eitt konsentrat úr Barentshavinum, fæst fyri tey vesturlendskt vantrúnu, the European backsliders.

Comments