Skip to main content

Árið í myndum - og eitt sindur av teksti

 

Árið í myndum byrjar við kubanska prestinum í bláari troyggju, Felix, sum eftir ársskiftið sendir mær mynd av motorsúkluni, eini AVA, hann hevur keypt, so hann kann koyra millum fangahúsini á oynni. Keypið er fíggjað úr Føroyum. So pakka vit og fara heim.

Umborð á Air France flogfarinum síggi eg nýggja filmin The Outrun, sum við Saoirse Ronan í høvuðsleiklutinum byggir á søgu hjá orknoysku Amy Liptrot, ið týska Nora Fingscheidt leikstjórnar.

Heima bjóðar Henny til verkstovu á Háskúlanum um ringu støðuna í fólkaskúlanum, tá umræður handaverk og list, sum blómar alla staðni, bara ikki í skúlanum.

Altjóða Holocaustdagur er í skúlanum við Løgmannabreyt, har fokus í ár var á Pol Pot og Reyðu Khmerdrápini í Kambodja fyri 50 árum síðan. Í mínum hugaheimi er hesin hugsunardagur hin mest áhugaverdi í árinum, tá um læring ræður, alt eftir teim tíggju stigunum um happing, polarisering og fólkadráp hjá Gregory Stanton. Her taka næmingarnir saman um, hvat teir hava lært í 90 minuttir, sum er karmurin um stroymda skúlatiltakið.

Í nøkur ár havi eg hugt eftir el-bili, men teir hava allir verið ov dýrir. Nú rendi eg meg í tilboð hjá Waag Bilum, har tey seldu Hyundai Ioniq 5 bilar. Tað bleiv ein grábláur við hvítum leðursetrum. Fyrsta eg royni, er at spæla Gram Parsons í Bose hátalarunum.

Norska Hanna Torsdatter Limstrand, sum er kulturprodusent í Norðurlandahúsinum, millum annað við ábyrgd fyri filmi, lyfti viknaða Geytatiltakið upp í hæddir, eg ikki havi sæð fyrr. Saman við tekniska framleiðaranum, Bárði Højgaard, eigur hon størstu tøkk fyri tað. Geytin er einasta føroyska filmsvirðisløn og hon eigur ikki bara at verða varðveitt, men hjúkla um.

Durita Dahl Andreassen, kvinnuligi høvuðsleikarin, og Rógvi Rasmussen, framleiðari, ringja til leikstjóran, Mariu Winther Olsen, sum er í Danmark. Meðan øll í fullsetta salinum lurta, siga tey henni, at teirra filmur, Halt um meg, vann Geytan 2025. Mannligi høvuðsleikarin, Búi Egason Dam, var í Meksiko. Dómsnevndin, Birgir Thor Møller, Jan Berg Jørgensen, Karen Kristianna Hildardóttir Gram, Gudmund Helmsdal og Ole Wich, grundgav soleiðis fyri valinum:

Vinnarafilmurin í kvøld er ein framúrskarandi leikstjórnaður og eins framúr væl spældur filmur, sum dómsnevndin hevur hesa grundgeving, at peika á, sum Geytavinnari og virðislønarmóttakari í ár: 

Fyrst er at siga, at inn komu 15 filmar, og av teim 7, sum vórðu vístir í kvøld, var fullkomin semja í nevndini at velja henda vinnara. Metingarstøðið, sum dómsnevndin bygdi á, er, eins og undanfarin ár, søga, tøknilig avrik og hvussu filmisk frásøgusnildi eru brúkt. Vinnarafilmurin er ein nærverandi og vøkur frásøgn, har søgan er í tí sagda eins og tí ósagda. Elegant eydnast filminum at rógva uttanum klichéirnar. Filmurin er so væl leiktur, at dómsnevndarlimirnir eru sannførdir um, at hetta er eitt tað mest sannførðandi sjónleikaraavrik í einum føroyskum filmi í nýggjari tíð. Tematisk er søgan kompleks, har tónleikur, sjónleikur og myndir spæla væl saman. Hóast kenslurnar í leitanini burturúr einseminum verða óforloystar, er filmurin væl forloystur. Heilstoypta søgan er autentisk og lokal, men kortini leys av tíð og stað, sum ger søguna universella. Filmurin er sansaligur, við vakrastu intimscenu í filmaðari føroyskari søgu higartil. Filmurin, søgan og myndamálið halda í hesum væl loysta filmi um óloystar kenslur - tann mest nuanceraða søgan um eitt ”one night stand”. Geytavinnarin 2025 er Maria Winther Olsen við filminum Halt um meg.

Rúni Friis Kjær fekk virðislønina Andøvsfiskur frá Filmsfelagnum fyri dygt og trúfast arbeiði innan føroyskan film í tjúgu ár. Ole Wich, nevndarlimur, greiddi soleiðis frá: 

Filmsfelagið, sum verður stjórnað av Rannvá Jónsdóttir, Janu Mortensen, Ole Wich og Birgir Kruse, lata av og á eina virðisløn, tá vit halda, at orsøk er til tað. Hesa virðisløn kalla vit »Andøvsfiskur«.

Um navnið »Andøvsfiskur« sigur Hammershaimb soleiðis í Færøsk Antologi 1891: “andøva” - ved hjælp af årer holde en båd stille på en fiskeplads, så den ikke driver for vind og vejr. “andøvsfiskur” - fisk som går i løn ekstra til den, som “andøva”. 

Nú er tað jú soleiðis, at tá útróðramaðurin kemur til lands og leggur veiðina upp, so er tað hann við snørinum, ið dregur fiskin inn, og fær allan heiðurin. Bert fá hugsa um, at hann, ið sá til at báturin var á miðinum og ikki rak fyri vág og vind, gjørdi veiðuna møguliga. Tí hevur Filmsfelagið stovnað virðislønina »Andøvsfiskur«, sum verður latin persónum, sum vit halda hava gjørt nakað heilt serligt fyri heimliga mentanarumhvørvið, uttan at fáa ta viðurkenning og uppmerksemi, sum tey hava uppiborið. Tríggir av filmunum á Geytatiltakinum 2025 eru filmaðir av sama persóni, men uppá tríggjar heilt ymiskar mátar. Hesar upptøkur eru ein týðandi partur av tí teknisku og listarligu menning, sum føroysk filmsgerð í dag hevur megnað at nátt. Hesin ógvuliga virkni filmfotografur hevur í 20 ár verið ein trygg súla í føroyskari filmsgerð og menning av hesari nýggju listagrein. Frá teim smáu royndunum til tær stóru framleiðslurnar. Á IMDB eru hansara avrik so long sum ein heil vesirulla. Tí fari eg vegna Filmsfelagið á Geytatiltakinum 2025 at handa virðislønina »Andøvsfiskur« til frumkraftina og filmfotografin Rúni Friis Kjær. Við virðislønini fylgja 5000,- krónur, sum stava frá mikudagssýningunum í Havnar Bio, har biografurin stuðlar við 10 krónum fyri hvørt selt atgongumerki.

Næsta er ræst seyðarhøvd frá grannanum, Dániali Jakobsen, lagt upp úr gassgrýtuni hjá Janusi undir ljósareyðum ljósi í grøna vakstarhúsinum hjá Jón og Janu í Hvamminum í Tórsbyrgi. Sindur djevulskt er svidna høvdið á at líta í grøn-reyða ljósinum yvir froðandi dampinum úr undirjarðiska soðnum. Illa luktar og væl smakkar.

Við Stemme for de stemmeløse fremst fyri í huganum reflekteri eg í el-bilinum yvir tríggjar góðar konsertir hetta vikuskiftið, nú marsvárið kom yvir okkum og astronomar søgdu, sum rætt varð, at nógvar stjørnur kundu síggjast á himmalinum. Tríggjar dagar á rað vórðu vit vælsignað við, ja eg vil siga bestu konsertstjørnum í eitt mannaminni á trimum ógvuliga ymiskum pallum, rúmum og ikki minst støðum. - Men hvør var hin besta konsertin á míni rundferð í kvøldarmyrkrinum millum tøttu spælistøðini Løkshøll, Tjarnir og Lívdina, sum tú eftir ongari tíð kanst náa, bara plakatin festir í og bjóðar inn til tað, sum hon veruliga gjørdi hetta stjørnuvikuskiftið?


Fleiri av teim møttu í Lívdini høvdu verið til konsertina við Dagsland á Listastevnu Føroya í august 2002, og høvdu fylgt honum síðan. Listastevnan er eftir mínari meting tað størsta og besta, sum Føroyar hava fostrað at skapa listalig sambond á høgum støði inn og úteftir. Spell, at tann vælskipaða verkætlanin datt niðurfyri. Tí vunnu bæði Løkshøll, og hin kanska enn meira sannførandi Lívdin í tónleikakappingini hetta vikuskiftið, takkað verið Jens Kristian á Brúgvaskifti, niðanfyri, fyri skjótar serviserandi upplýsingar, setlista, ið eg ikki kann liva uttan, kaffi, ljóðroynd og alla tænastu, sum ger konsertina til eina heilrunna inklusjónsuppliving, info, salur, tónleikur og fólk. Tá er Andin fúsur, sum Matteus sigur og skrivar. Betri verður tað ikki. Eg seti mítt framtíðarálit á hesi bæði spælistøðini. Tað er har tað skér. Og til tað menningarstigið kemur tú ikki sovandi. Konsertfyriskipan kemur ikki av sær sjálvum, hvussu nógvar milliónir frammanundan eru lagdar til grund fyri virksemið.

So varð tað orknoyska Amy Liptrot, sum skrivaði sjálvbiografisku søguna The Outrun, sum týska Nora Figenscheidt hevur gjørt til film við írsk-amerikansku Saoirse Ronan í høvuðsleiklutinum. Hon var høvuðsgestur á Bókmentafestivalinum hjá Kim Simonsen og innleiddi filmin í Filmsfelagnum. Ein góð løta, kanska hin størsta í árinum, at hoyra og tosa við upprunapersónin til søguna um misbrúk av rúsevnum, flýggjanin av bygd til stórbýin, og at enda finna frið við at telja fugl á útoyggj og svimja í sjónum. Vónandi heldur samstarvið við Kim og Bókmentafestivalin fram.


Abbasonurin, Olaf, er farin í annan flokk í skúlanum á Argjahamri, og vitjar hvørja viku í Tórsbyrgi - minst. Fótbóltur er vorðin ein passión, og her hugsi eg at hann hermir eftir Salah, tá hann hevur sett bóltin í málið.

Eitt kvøldið í mars varð lýst við endurútgávu í Sirkus í Vágsbotni av Føroya sermerktasta yrkingasavni, sum sagt varð í innkallingini um Libido hjá 72 ára gamla Johan Hot Mortensen frá 1972. Fullsett var í hølunum og trappunum, har forlagsstjórin, Hugin Eide, meðan Sunneva skonkti úr barrini, legði fyri við at siga frá um uppafturprentið í 200 eintøkum, hvussu tað bleiv til og um nýskrivaðu eftirorðini hjá Bergi Djurhuus Hansen.

Í mars var hugaroksdagur í donskum, har høvundarnir Olly Poulsen og June-Eyð Joensen løgdu fram, og kjakast varð um, hvørji krøv vit skulu seta til nýggja tilfarið, sum kemur í donskum, og verður gjørt á heimligum botni. Dansklærarar hava leingi víst á, at okkum manglar tilfar, sum er lagað til føroyskar næmingar.

- Hóast tað finst ein ørgrynna av góðum donskum tilfari, so er tað ikki ætlað frálæru í fremmandamáli hjá okkum, sigur June-Eyð Joensen, sum undirvísir í Eysturkommunu, og er skjót at vísa á, at hon hevur slekt bæði í Grønlandi og Danmark.

Eisini Olly Poulsen, sum er cand.pæd í didaktikki í donskum og undirvísir í Fuglafjarðar skúla, er fegin um ætlanina at menna egið undirvísingartilfar.

- Fólkaskúlin má taka eitt tak og lyfta undirvísingina í donskum á eitt meira nútíðarhóskandi støði. Vit mugu flyta okkum frá at undirvísa í donskum, sum er tað okkara annað mál, til at undirvísa í málinum fyri tað, sum tað veruliga er, nevniliga eitt fremmandamál, sigur Olly, sum eins og June-Eyð legði fram sínar strategisku tankar um danskt í føroyska skúlanum.

- Hóast eg kann vísa á fleiri glottar, so sum at fleiri læraralesandi nú velja danskt, og at nýtt serføroyskt undirvísingartilfar er á veg, so er danskførleikin als ongin sjálvfylgja hjá okkara fólkaskúlanæmingum í dag, sigur Hanna Højbjerg Poulsen, námslektari í donskum á Námsvísindadeildini.

- Hjá mongum av okkara børnum og ungu er enska málið bæði hægri í metum og væl meira ment enn tað danska í dag. Tí hava vit júst nú tørv á dugnaligum dansklærarum og nýggjum, áhugaverdum og viðkomandi tilfari, um okkara fólkaskúlanæmingar framhaldandi skulu duga danskt og harvið hava atgongd til hini norðurlendsku málini, sigur Hanna, sum var við á hugaroksdegnum, har ætlanin um nýtt dansktlærutilfar varð løgd fram.


Vitjanir á matstovum hava verið mangar, men her er talan um dómsnevndararbeiði, har tað ikki var loyvt at mynda og skriva frá borðreiðingunum, sum vóru í Ræst, undir leiðslu av meksikanska meistarakokkinum Sebastian Jiménez. Eg lati matstovumyndirnar tala.











Tá hvørt ljós líkist tær er heitið á nýggju LP plátuni hjá Benjamin Rajani við tólv egnum sangum á móðurmálinum, sum hann á Instagram gevur frámerkini kærleiki, nostalgi, vinarbond og hjartasorg, og at enda eitt trettanda instrumentalt hidden track. 

Húsan, ja sum í gomlu vinylplátutíðini, hevur Heiðrik á Heygum gjørt, beinagrind millum fugl og fisk, men eisini við summarfuglum og hjarta. Tað er mítt fyrsta taktila samband við sangirnar, sum við savnandi heitinum, Tá hvørt ljós líkist tær, krøkja í tíggju ára gamla minnið um Systrar, sum tá sungu samkomuvakurt Eg síggi teg í øllum. Ein gestaltterapeutisk kærleiksjáttan og -uppliving, sum eg á innara húsanum síggi fara til Elina, sum yrkjarin valdi sær. 

Opni plátuna longu inni í Tutlbúðini á Gladehjørn, har Fríði Djurhuus og Esther á Fjallinum eru innanfyri. Vit tosa um indiskan og pólskan biograffilm og lenda á einum hvítarussiskum krígsfilmi. Iggy Pop mugu vit deila nøkur orð um, innan eg fari við plátuni. Hóast enn ikki upprunnin, eri eg sannførdur um, at tað fer at verða størsta hending í nýggjari føroyskari tónleikasøgu, Joe & The Shitboys og Iggy Pop. 

Men nú er tað Benjamin Rajani og LP’in eg havi fingið í hondina. Seti høgru tummilnegl í plastið og brotið plátuna upp, taki innara húsan út, so eg kann lesa tekstirnar, tá eg komi heim, lurta og finna ýti og mið, hvar hann flýtur, plátuaktuelli Benjamin, tá hann komponerar. Upptøkurnar eru gjørdar á Gammel Kongevej beint við, har gamla miðstøðin fyri grammofonplátuhandil, TP musikmarked, var.

Fýra fullmannaðar útgávukonsertir, ein solokonsert, útvarpsprát í Leitistein, ummælið, sum tú nú lesur, Instagram, Spotify og aðrir pallar, ið eru synkroniseraðir, so lanseringin er sum hjá James Bond ”Let's synchronize our watches!”, akkurát tí James Bond, sum Amazon nú eigur í almenna rúminum.

Skilji, at Benjamin hevur arbeitt í fýra ár við sangunum, eg nú havi í hondini, allir á føroyskum, hóast danski Esben Svane hevur framleitt, ljóðblandað, gjørt útsetingar fyri blásarar og strúkarar, og avdúkar seg sum ein totalan multiinstrumentalist, tí hann spælir á so nógv ljóðføri á plátuni, ikki minst plukkandi banjo, sum eg við fragd hoyri fremst fyri í fleiri av akustisku ljóðmyndunum, so hvørt teir tólv sangirnir daga undan í høvuðtelefonunum sum stoiskir drangar úr báti. 

Síðan eg á fyrstu Listastevnuni í 2001, og heilt spesifikt eftir konsert í nýggja Mentanarhúsinum í Fuglafirði hetta árið, sigldi við Kathy Chiavola undir Hestoynni við Richard Bailey og Matt Flinner, hava banjo og mandolin hugtikið meg sum tey blíðastu, men samstundis eisini hvassastu attack akustisku ljóðføri, ikki minst tá siglt verður inn í heimlig helli og tú hoyrir resonansin, alt eftir, hvar tú ert. Tá kunnu avmáldu smáljóðførini elva til einvíggj, duell, preaching up a storm, meðan flóðin rennur inn og út, sum eg eisini nevni í ummælinum av Blátt Gras, Gospel við humor, hin 14. mars. Og enn víðari kann fysiskt ítøkiligi resonansurin, tú tá rakar við, hoyrir og upplivir sum lurtandi persónur, leggjast inn í eina víðkaða fatan, har resonansur ikki bara eru lurtaraviðurskifti, men eisini eitt sosiologiskt samljóð, mótvegis frástoytandi fremmandagerð, alienatión, sigur Hartmut Rosa, sum nógv lurta eftir í hesum døgum. Sjálvur lurtar hann nógv eftir Rammstein og Heavy Metal.

Og enn er plátan ikki sett á.

(Her mást tú fara á bloggin og lesa ummælið, sang fyri sang) 

Takk fyri lurtingina, takk fyri samskiftið, sum Momo sigur "Tíðin býr í hjartanum", og til lukku við gjøgnumførdu LP plátuni, sum hevur bæði karakter og Substanz, sum týsk-føroyska orðabókin týður til ”tað berandi og aftan fyri alt verandi”. Tað hevur verið sermerkt og ríkt, at hava havt hesa plátu í hendi.



Ber til at siga søguna um Holocaust við lutum? Tað er spurningurin, sum føroyskt gifta Astrid Danielsen setir mær, nú vit møtast í Aarhus, har árliga tiltakið Lærfest er. Havi ikki verið her fyrr, men leppi í meg av vitan og royndum, sum eg skilja at hon og hennara starvsfelagar, leggja fyri dagin. 

Vit verða biðin at taka ein lut í hondina, grundgeva fyri valinum, og so halda lutin saman við einum øðrum, sum onkur annar hevur tikið úr undirvísingarkassanum. Og so er samrøðan í gongd, við fólk tú ikki kendi, men kortini ógvuliga spesifikt um Holocaust, tí tað er luturin, tú hevur tikið úr kassanum og nú heldur í hondini, sum birtir kjakið. Ein taktil tilgongd til eitt stórt og samansett evni, ið kann verða trupult at skilja, hóast tað alla tíðina, meir og minni, er frammi, hvørki bundið at tíð ella landafrøðiligari avmarking. 

- Tað er enn nógv, vit kunnu læra av og um Holocaust og onnur fólkadráp. Tílík brotsverk hoyra tíverri ikki bara farnu søguni til, men eru eisini partar av okkara samtíð. Fleiri av elstu næmingunum hava hoyrt um og vita nokkso fitt um ymisk fólkadráp, ella hoyra um hendingar í nútíðini, sum í Ukraina og Gaza, ið verða umrødd sum fólkadráp. Men evnið er ógvusligt, og vit skulu meta um, hvat vit vísa næmingunum og hvussu vit arbeiða við evninum, og alla tíðina spyrja okkum sjálvi, sum undirvísarar, um mann kann skilja eitt so ógvusligt evni, uttan at næmingarnir neyðturvuliga skulu síggja rúgvur av líkum í løgum, ber tað til, at sleppa undan tí, spyr Astrid. 

- Vit vóna, at lutirnir í kassanum kunnu stuðla upp undir vitanina hjá næmingunum um Holocaust, ein vitan, sum vónandi eisini kann medvirka til, at næmingarnir framyvir kunnu gera sítt lítla, men avgerandi til, at byrgja fyri nýggjum fólkadrápum, og ávirka tað antisemitiska rák, vit síggja í dag. Og í hesum sambandi var tað ein stór gleði at møta tykkum úr Føroyum, og síggja tykkara tiltøk hvørt ár, tá altjóða Holocaustdagurin verður hildin í føroyska skúlanum, og hvussu væl hetta er dokumenterað á imponerandi og landsdekkandi heimasíðuni snar.fo. Tað kann ikki annað enn inspirera danska virksemið og tilfarið. Og lat meg at enda siga, at eg vóni, at vit fara at finna samstarvsmøguleikar í komandi tíðum, sigur Astrid Danielsen, sum er lektari og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Center for Undervisningsmidler, UCL, í Odense. 

Hon er gift Jonhardi Danielsen, skipsførara úr Saltangará, og tey hava síðan síðst í áttatiárunum búð í Svendborg.




So er tað filmur, ikki minni enn prísvinnandi filmur, Seinasta paradís á jørð, hjá Sakarisi Stóra. Undir yvirskriftini Arbeiðarastættin dagførd ummældi eg filmin, og upplivdi tað sjáldsama, at danski útleigarin og Filmporten vildu hava eitt brot úr føroyska ummælinum, sum á sitatplakatum kom at standa við síðuna av góða ummælinum hjá Alt For Damerne. Eftir at hava skrivað fýratúsund bloggar í tjúgu ár havi eg ikki upplivað tað fyrr herheima. At verða siteraður. Stuttligt. Ikki minst tí, nú eg nevndi Alt For Damerne, at kvinnur eru nógv tann størsti parturin av biografgangarum, og við royndum úr Filmsfelagnum kunnu sigast at vera mentanarberar burturav.

Á poetiskan hátt lýsir Sakaris Stórá arbeiðarastættina á bygd í Seinasta paradís á jørð, har flakavirkið, upp móti grøna bønum, letur aftur, og trupuleikar eru heima, har húskið er dysfunktionelt, viðurskiftini millum systkinini ikki fungera og so slettis ikki við pápan (Hans Tórgarð), sum eftir at mamman doyði, er viknaður í kongunum og mest sum fráverandi, hóast hann í fyrstu senu er farin at venja. Venja, sum tey gera á fitness støðum í Havn.

So er karmurin lagdur. Eins stillførur og hann er sannførandi. Spentur út yvir kollektivu bygdina, sum liggur í andalopi. Burturhugurin er sterkur og fær fastatøkur á øllum. Næstan.

Saman við briljantu fotograferingini hjá Virginie Surdej og sterkt berandi leikaravrikunum hjá Kára (Sámal H. Hansen) og yngru revolterandi systrini, Silju (Bjørg B. Egholm), fáa vit við kærleiksfulla optikkinum hjá Sakarisi innlit í kørgu umstøðurnar í niðastu stættunum í føroyska stættarsamfelagnum, sum eingin politikari, ið heldur Gini talið vera perfekt og stættarsamfelagið avlýst, vil viðurkenna í berum privilegiublindni. Hesin stillføri filmur er, tá hann er bestur, ein knýttur nevi í hesa hugsan. Samstundis er filmurin í mínum eygum eitt politiskt statement, avbalanserað og hvílandi í sær sjálvum.

Hetta er ein tíðarrøtt hetjusøga fyri arbeiðarastættina, ein hetjusøga at spegla sær í, har alt okkara hevdvunna og knúskandi vitanarsamfelag, vanliga og av øðrum, verður lýst sum ein glæstriborg við glæstribókum og glæstriprógvum, sum hvør í sínum lagi gevur teim úrvalt kosnu bestu størv fyri bestu løn og bestu nevndarsessir og hartil alla glitritign, sum er í sjónliga almenna rúminum, meðan restin, piðaðu rovini, kunnu sleingjast arbeiðarunum, sum einaferð hildu landinum uppi. Nú er øvut. Arbeiðarin hevur einki rúm í almenna úttrykkinum. Fyrr enn nú. Í 87 minuttir.







Síðst í apríl var eg ein túr í skannaranum í Klaksvík og seinni í Aalborg. Tað føddi henda innkókaða tekst:

Tvær vikur

Hann eitur Siemens og ikki Tesla, sigur Bára og vísir mær innum. Leggur hvít klæði fram og peikar á hvítu kummuna. Fólk eru fryntlig her norðuri. Tú fært hug at práta við tey, deila minnir úr gomlum døgum, kennir teg tryggan, hóast stopp stendur á reyðu gáttini. Kanska er tað ein roynd at skapa og knýta brýr, pontifex, eg hoyrdi ein prest um páskirnar siga. At leggja at við eina brúgv, tú sjálvur hevði skapt. Kom inn og legg teg, sigur hon og vísir mær á eitt runt høvdalag, sum kýsi úr niðurlendskum renessansumálningi, innast á smølu leguni, beint fyri rúmdarkenda opinum, sum um eina løtu skal svølgja meg, so eg liggi í einum sylindarahylki og verið sendur út í rúmdina. Haldi eg. Men eg liggi púra stillur við høvuðtelefonum og tónleiki, sum byrjar við If you leave me now hjá Chicago og so Rod Stewart og so Billy Joel og so Bee Gees og so Phil Collins. Bara ikki Frændur sigi eg, tá eg skal velja mær tónleik at hoyra í hálva tíman inni í Klaksvíkshylkinum. Sá skýggj og bláan himmal undir loftinum, tá eg hugdi upp, og enn ikki varð slúktur. Og so Viðareiði úr erva og yvir á Múla um allan veggin til høgru. Á hinum er rútur, har tríggjar sita innanfyri, fryntligar, tvær úr Klaksvík, eina býr í Havn, og triðja er norsk. So prátingarsamar, at vit nevna Norsku og pylsurnar á bønum yvir av posthúsinum í eini aðrari tíð, nú tosið nam við tarmar og at gera burturav sær, innan skanningina. Høvuðtelefonirnar taka larmin, sum fyrst eru fjar stráluljóð, tíðka og styrkjast og verða lameterandi maskinbátur, har einki er gjørt við doyvingina frá tí stimandi Tuxham. Í vinstru havi eg fingið eina pútubóltsballón at halda og kroysta, um eg vil teimum nakað, sum Bára sigur. Haldi tað er hon, tí eg bara hoyri hana spyrja, hvussu støðan er, og so hvørt greiða frá, hvar vit eru og hvat er eftir. Hugsi, at ballónin er appilsingul, hóast eg ongantíð sá hana. Kanska var tað útróðrarbátsljóðið, og tankin um eina boyu á Norðhavinum, ið gjørdi tað, saman við róliga kontrasttónleikinum, ið nú er farin at skurra og hevur mist konturin og ýtið. Elektroljóðið hamrar nú so hart, at tað er Prodigy til raveparty. Skyscraper og Calling Elvis. Fulldrøn. Liggi púra stillur, akkurát sum eg havi fingið boð um. Her skalt tú ikki hava klaus. Lúri upp í sylindararørið yvir nøsini og hugsi javnt og samt um teir í Rumdarferðini hjá Kubrick, sum fóru gjøgnum tíð og rúm, hóast søgan varð skrivað í 48, filmurin gjørdur í 68 og framtíðarkarmurin settur til 2001. Nú er framtíðin fortíð og møtist á leguni í hospitalsbrekkuni, innan hann spýtir teg út, skannarin. So er liðugt og sproyturnar við kontrasti verða loystar av høgra armi og vinstra læri. Eina løtu vart tú astronautur í ringrás men nú sleptur á nýlendi. Um tvær vikur fært tú svarið. Ring og spyr eftir urologisku deildini. Í Havn. Lati meg í og spyrji, um tað stendur í journalini, hvar eg eri føddur. Tað snurrar. Gott, eg havi sjaffør við. Tendri Prodigy. Einki er sum Prodigy.


So fari eg at lenda við myndum av abbabørnunum í ár, fyrst Emil í føvninginum á Hanusi, síðan Alba í føvnininum á Jógvani, og so myndir av Olafi og Ruth sjálvandi eisini. Alt, sum ein abbi kann elska og tað allar mest, nú árið fer at enda og leggja saman hendur. Takk fyri at tú las og hugdi at myndunum. Nógv meir er á blogginum, just sayin' sum tey nú siga á púra føroyskum.











Og á gáttini til jólini og nýggja árið, sum í kirkjuni longu er byrjað, fari eg eisini at takka fyri trúgva fylgið øll hesi seinastu arbeiðsárini, nærum tjúgu, Karina og Maria, sum komu á gátt við heilsan, nú pensjonista tilveran er byrjað, eitt heitið eg heldur vil skifta út við free lance lívið, sum nú byrjar. Takk fyri tað, kjeru starvsfelagar, og gleðilig jól, heilt til Avstralia.





Comments