Í dag er holocaustdagur, altjóða dagur til minnis um, at henda dag í 1945 fann og fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk, sum enn vóru á lívi í Auschwitzleguni. Norska minnistalvan sigur, at bara á hesum stað varð hálv onnur millión dripin. Skrivað stendur: «Altid la dette sted vare et rop av fortvilelse og et varsel til menneskeheten, hvor nazistene myrdet omkring halvannen million menn, kvinner og barn, hovedsalig jøder fra flere land i Europa. Auschwitz-Birkenau 1940-1945.» Krígsárini varð ein triðingur av jødiska fólkinum í okkara heimsparti, seks milliónir - og onnur ótald, sum eisini vórðu forfylgd - strikað, tileinkisgjørd, týnd og útruddað, ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt, men fyri nakað tey vóru. Myndirnar tók eg í Auschwitz á sumri í 2023, har munkar, lesandi og heilt vanlig ferðafólk møttust í tí, sum eftir er av miðevropeiska villfarilsinum at rudda út tey, ið ikki hóskaðu inn í røttu myndina, sum tá var, av etableraðum dannilsi í koman...