Skip to main content

Rangan á Trump’sa Amerika

Í gjárkvøldi setti eg mær fyri at hyggja eftir nýggjasta Knives Out filmi á Netflix, Wake Up Dead Man. Eftir ein hálvan tíma mátti eg sanna tað sama, sum síðst eg ætlaði at síggja ein Knives Out film. Eftir eitt drúgt show off eru filmarnir so sjálvupptiknir, at teir enn ikki eru komnir um senukantin og út í rúmið, har eg vil uppliva filmiskt drama, men standa eftir sum inntonktir besserwissers í einum whodonnit puslispæli. Tað er sum at fáa film, í hesum føri krimi, uppá resept. Kliniskt og óviðkomandi.

Men eg vildi síggja ein góðan nýggjan film á Netflix. 

Leiti eina løtu og beri saman við ummælarar á IMDB og velji Night Always Comes. 

Stillisliga intensur krimi úr fátækraøki í Portland, Oregon, býurin, har Matthew Workman býr, so eg kann fylgja við á Google Maps í hendingunum, har kvinnuligi høvuðsleikarin veruliga hevur nakað uppá spæl. 

Hon roynir at keypa vesaliga heimið, so tað ikki verður selt undan teimum. So má hon finna uppá ráð, overnight, skulu hon og beiggin, sum hevur downs syndrom, ikki blíva heimleys. 

Gongd kemur á harðrendu krimisøguna, har kvinnan, hennara gerandisuppgávur, arbeiðsavbjóðingar og innvinningarmøguleikar á niðastu samfelagsrók í eini afturlítandi handavending í amerikanska stórbýnum alla náttina eru í fokus. 

Night Always Comes verður avgjørt viðmældur sum ein óvæntað góð filmisk uppliving við drive, meðan Wake Up Dead Man verður fráráddur sum tíðarspilla. Báðir filmar eru á Netflix.

Comments