Skip to main content

Klakørar

 

Havi leitað í orðabókini, um nakað føroyskt orð er fyri "klakør", ið Orðabókagrunnurin lýsir sum forklappari, klappingarfólk (í sjónleikarhúsi, leigaður av høvundinum el. teimum leikandi).

Eftir hesa mynd og reportasju frá Degi og Viku mánakvøldið, sum stavar frá pressufundi hjá Donald Trump umborð á amerikanska forsetaflogfarinum Airforce One, hevur tankin um stramt stýrt klakør-virksemi, heilt inn í okkara egnu stovur, upptikið meg.

Eru vit stýrd av klakørum?

Bókarøðirnar og sjónvarpssendingarnar, sum halda okkum føstum í fatanini av, at einki land ella mentan hevur sum Amerika hersett okkara hugmyndir og tankar stuttar ella langar, grunnar sum djúpar, undir eygnalokunum og millum oyruni. Filmsleikarar og tónleikarar, sum standa á mínum hillum, hava øll rót í USA og amerikanskum viðurskiftum. Alt stavar hagani.

Men hvørjir eru teir báðir til vinstru á myndini omanfyri, sum eru orsøkin til, at eg hugsi um klakørar og ryggklapparar í einum pallsettum leiki, har miðlanir verða drignir inn í the western hemisphere umborð á fremsta amerikanska flogfari, Airforce One?

Mín nýggi trúnaðarfelagi, Copilot hjá amerikanska Microsoft, veit alt um teir:

- Maðurin í miðjuni er Donald Trump. Maðurin við hvíta hárinum, sum smílist, er Howard Lutnick, stjóri í Cantor Fitzgerald, sum var við á ferðini og eisini luttók í samrøðuni. Maðurin við skeggi til vinstru er Lindsey Graham, senator úr South Carolina, sum ofta ferðast saman við Trump og var við á hesum tíðindafundi, sigur Copilot sum svar uppá mín fyrispurning.

Ein kvinnuligur journalistur var eisini við á fundinum. Hon var til høgru, men hon sæst ikki á hesi mynd. Donald Trump hyggur uppá hana. Hvør er hon?

- Birgir, sambært teimum keldunum vit júst leitaðu fram, er kvinnan, sum Donald Trump hyggur upp á í tíðindafundinum umborð á Air Force One, Bloombergjournalisturin Catherine Lucey. Fleiri miðlar nevna hana beinleiðis í samband við júst henda fundin. CBC sigur beinleiðis, at Trump rópti “quiet, piggy” eftir Bloombergreportaranum Catherine Lucey á Air Force One. USA Today staðfestir eisini, at talan var um ein Bloombergreportara, og at tað ikki var Jennifer Jacobs. So kvinnan, sum tú sipar til, er mest sannlíkt Catherine Lucey frá Bloomberg. Um tú vilt, kann eg eisini hjálpa at finna fleiri myndir ella upplýsingar um sjálvan fundin.

Eg takki fyri. Og maskinella føroyska tænastusvarið frá amerikanska techrisanum er í stundini:

- Altíð, Birgir. Tú ert altíð vælkomin. Tað er stuttligt at hjálpa tær, serliga tá tú arbeiðir við slíkum spennandi og geopolitiskum týdningarmiklum tilfari. Um tú vilt brúka hetta í einum poetiskum broti, ella seta tað inn í eina frásøgn til útvarpið, so kann eg hjálpa tær at fanga bæði stemningin umborð á flogfarinum og tær undirliggjandi kreftirnar í orðunum. Bara siga frá, hvat tú hevur hug at arbeiða víðari við.

Í morgunsjónvarpinum hjá TV2 skiftu teir báðir fyrrverandi donsku úttanríkismálaráðharrarnir, Mogens Lykketoft og Martin Lidegaard, í dag orð um støðuna, nú ein ódefineraður fundur verður millum amerikanska uttanríkismálaráðharran Marco Rubio, sum er av kubanskari ætt, føroyskt gifta Lars Løkke Rasmussen, sum myndin sýnir, at eg møtti í SMS um jólini, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, sum sigur seg hava biðið um fundin.

Umframt at Lykketoft í TV2 í morgun staðfesti, at talan er um ”en gal mand”, nú mektigasti umboðsmaður fyri fremstu heimstjóð, forsetin Donald Trump, aftur førir seg fram við eini tiradu, upplýstu teir báðir, Mogens og Martin, at í Grønlandi búgva fýra túsund danir og í Danmark búgva fjúrtan túsund grønlendingar. Grønlendingar í Danmark hava boðað frá at leygardagin 24. januar klokkan 14 til 16 fara tey at skipa fyri samhugatiltakinum Hands Off Greenland á Ráðhúsplássinum.

Undrar meg, at føroyska fráveran er total, tá talan er um Trýpartaríkið, vit eru partur av, ikki minst nú hillbilly høvundurin og varaforsetin, J.D. Vance, er á sjónvarpsstøðini Fox News, og ger enn eina roynd at fornerma ríkisdanskarar og arktiska forsømilsið, Grønland, sum fyrr var partur av danskari verju, heilt úr Danmark, yvir Føroyar við danskari sjóverju og loftverju, sum í báðum førum bleiv løgd niður og flutt til eitt knútapunkt í Grønlandi, har alt nú stendur í botni, við einum innskotslyfti um nýggjar hernaðaríløgur, sum einaferð seinni koma í drift at tryggja bitan í Arktis og siglingarleiðirnar, tá alt tiðnar og bræðir niður, og vit aftur mugu leggja amerikansku plátuna hjá Jimi Hendrix frá 1967, um at vakja við midnáttarlampuna úr Aðru Mósebók, meðan gittarin gongur undir amerikansku Vjetnamnálini.

Trump hevur sjáldsom evni at savna ekstremar menn uttanum seg. J.D. Vance, sum skrivaði hillbilly søguna, kallaði Trump ein amerikanskan Hitler, og Stephen Miller, sum nú er frammi, hevur leingi verið skýrdur nazistur av Robert de Niro, og seinasta hálva árið hava famljulimir hjá Miller skýrt hann "the face of evil" í Newsweek og á Facebook, tí hann - sum sjálvur er av eysturevropeiskari jødaætt - er so beint fram hatskur í innflytaramálum. Løgin forsamling. Fyri mær at síggja eru teir sendiboð úr Hells Angels og KKK við hinum versta í blóðinum og fremsta fingri á halgubók.

Danski rithøvundurin, Carsten Jensen, hevur í næstseinasta Facebook-uppslagið hesa sjón, hvussu Grønland verður hertikið:

- En dag i foråret lander tyve F-35 fly i Nuuks lufthavn, uden at et skud bliver løsnet. Den grønlandske regering bliver “inviteret” til “forhandlinger” i Washington og på ubestemt tid installeret på et luksushotel. Ved en pressekonference har Donald Trump fået strenge pålæg om at læse op fra en erklæring, så han ikke rabler mere end nødvendigt: “Den amerikanske sikkerhedsstrategi nødvendiggør, at Danmark tager afsked med sin nostalgiske kolonialisme efter næsten 200 års vanrøgt af et folk, der under amerikansk ledelse kunne have blomstret i velstand. Det kommer de til nu. Grønland vil blive styret af amerikanske firmaer, der omsider vil tillade et stolt folk at træde ind i det 21. århundrede.” Trump takker derpå Mette Frederiksen for hendes “realisme” i afkaldet på Grønland. “Endelig er du kommet til fornuft!” siger han med et stort vindende smil. Og så slutter han med udbredte arme: “Kære grønlændere, velkommen til fremtiden!” Mette Frederiksen vil som sine europæiske kollegaer resigneret bøje hovedet. Få danskere besøger Grønland, så statsministerens opinionstal vil ikke blive påvirket, og hun vil snart hengive sig til sine yndlingsbeskæftigelser, fortsat oprustning og mistænkeliggørelse af landets etniske mindretal. På Fox News vil der være interviews med udvalgte grønlændere, der fejrer befrielsen fra Danmark. Der vil ikke være adgang for danske journalister i den tidligere koloni. En del grønlændere flygter til Danmark, men bliver straks hjemsendt af udlændingeminister Rasmus Stoklund. Erfaringen viser, at grønlænderne ligesom palæstinensere har svært ved at integrere sig, udtaler karriere-racisten Frederik Vad. En alt for stor procentdel er på offentlig forsørgelse, oplyser den socialdemokratiske minoritets-ekspert, idet han dog undlader at nævne, at mange grønlændere er på offentlig forsørgelse, fordi de modtager folkepension, sigur Carsten Jensen í Facebook uppslagi fyri tveimum døgum síðan.

- We live in interesting times, segði amerikanski senatorurin, Robert F. Kennedy, við suðurafrikanskar studentar í apartheid-heimlandinum í 1966. Tað var við støði í einum kinesiskum orðafelli. We live in interesting times. Ein fortune cookie, ið er eitt fobannilsi hjá summum og signing hjá øðrum.

Hvørjir eru tínir klakørar? 

Comments