Skip to main content

Kóvboykex í litum og smakki


Í litleysu døgunum, nú hann toyar og bjarthvíti kavin bara er til fortreð, varnaðist eg gomlu upptøkuna hjá superduettini Kóvboykex, ið nú hevur umsett veitslusangin hjá Birna Dam til enskt Sunday Evening in the OldPark.

Burtur er mín fatan av hesum møðsamt býttisliga felagssangi, sum øll elska at syngja meðan eg lukki oyruni, nakað sum Grøv nummar trettan, gangi í meg sjálvan og hugsi, nær verða tey liðug at syngja hetta innantóma mjarrið.

Men so hendir tað.

Blixt.

Heiðrik á Heygum hevur flutt sangin til enskt mál, og eg hyggi at filmingini hjá Gwenaël Akira Helmsdal Carré, sum eisini sæst við biljardborðið í Bovlinghøllini. Hann líkst so nógv pápanum, at tað kundi eisini verið hann, Philippe.

Tríggjar stillisliga langtandi kvinnur, tveir mannligir duettsangarar á hvítum hestbaki í dimmlittum Vatnsoyrum, Kóboykex, og tveir menn innandura í neonlittum barrumhvørvi kring biljarborðið, meðan karioketeksur verður varpaður upp á veggin, sum vóru vit í Japan. Felagssangur burturfrá á einum fremmandum máli, ið er so dragandi, at eg vil fara at vitja hasa fjaru oynna og útjaðarasamfelagið við kovboymentan, stílfullum kitsj, ið dregur meg inn í hvørja freymaðu mynd, so hugtakandi er hetta stað, ið hevur loyst seg úr allari tíð og bara snarar í lukku um hesu ævigu løtuna, ið varir tríggjar minuttir. So er liðugt, og eg siti eftir og undrist, hvat hetta var. Var hetta eitt fráklipp hjá Robby Müller í Paris, Texas, har Travis leitar eftir Jane, roynir at ringja, men endar í eini pornografiskari lúriboks. Vakrasta filming av slitnaðum sambandi. Sama visuella avrik sum Gestur Lómstein vísti í Degi og Viku, tá hann og John Johannesen koyrdu við ukrainsku Mariiu Svets móti krígsmarkinum í 2022:

“Av baksetrinum í bilinum breyt Gestur svøvn og gjørdi framúr fokuseraðar og stemningsmettaðar upptøkur til Dag og Viku, meðan Mariia, sum sat frammanfyri, fortaldi um ørindini, og ferðsluljósini skiftu í evropeisku náttini. Filmsupptøkur, ið kunnu javnmetast við avrikini hjá Robby Müller í klassikaranum Paris, Texas hjá Wim Wenders.”

Hetta er kjarnin í fasinatión. Havi ikki sæð hana betri, fasinatiónina, hildna fasta í einum føroyskum stuttfilmi, sum við undirfullum kamera og ljósseting kavar niður í føroysku undirverðina og heldur henni undurfult fastari. Fult stigatal frá mær fyri hesa tættpakkaðu Føroyaløtu við Kóvboykex, sum fyrr var vørumerkið fyri útlendska Wagon Wheels.

Á páskum í 2022 skrivaði eg undir yvirskriftini Einar litríkar páskir soleiðis um Kóboykex í sendingini Í Luftini hin 15. apríl:

“Meðan vit hoyra um russar, sum við trettan líkbrenningarvognum fara um tann ganska bý í Mariupol at grava upp aftur tey lík, teir sjálvir hava pínt lívið úr, verða vit páskavælsignað við lokalari framleiðslu, sum í brúnasíða miðlagráanum megnar at seta nýggjan føroyskan lit á páskirnar. Nýggjasti sjónvarpspartur av tónleikasendingini Í luftini setti páskaprikkin yvir i’ið við framúr upptøkum úr Álakeri við einum gulum húsum í Hornabø í baksýni, sum góvu eitt livandi páskaperspektiv við teim báðum ljóst bláu og reyðu, Heiðriki og Sigmundi, í Kóboykex, sum høvdu eina visuelt og musikalskt vælskipaða studioframførslu, har maskumaðurin, haldi tað var Heðin, var hugtakandi multigittaristurin, og Unn var operasangarinnan í gulldress sum Annie Get Your Gun, ella jodlandi kúrekagentan Jessie í Toy Story. Eitt undirfundiga vælsamanskrúvað sett og sjov, perfekt til einar litfagrar páskir. Framúr nýbrot í øllum liðum!”

Í endanum á ensku týðingini av Plantasjusanginum hjá Birna Dam stendur:

Director, editor and colorgrading: Heiðrik á Heygum
Director of Photography: Akira Carré
Thank you: Bowlinghøllin á Hálsi, Sigga Vang, Turið Christophersen, Vivian Sjóðklett, Allan Hjorth, Zuhal Kocan, Virgar Enghamar, Jóna Adelaide Ólavsdóttir, Páll Ólavsson and Bina Ólavsdóttir

Flott avrik, sum hesa løtu sett meg útum meg sjálvan, og fekk meg at eygleiða eitt fremmant litríkt samfelag, ytst á kóvboyheiðini, uttan at eiga nakað annað enn eyguni, ið fylgja við. Hetta hendir bara, tá listafólk eitt ørstutt bil fáa føroyingin at kenna seg sum heimsborgara. Takk fyri tað!

Comments