Sjálvan minningardagin fyri holocaust og onnur fólkadráp, hava danskir veteranar í stillum sett eitt flagg fyri hvønn falnan danskan hermann við navni og dagfesting á í krígnum í Afganistan. Hóast minnisfløggini eru sett í blómukassar á almennum vegi, hevur amerikanska sendistovan við Dag Hammerskjölds Allé, við eins nógvum numrum sum jólakalendarin, fýraogtjúgu, ruddað tey burtur. Donsku veteranarnir vildu við stilla tiltakinum minnast teir vinir, ið fullu í krígnum. Orsøkin til markeringina er, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki bara tileinkisger, men eisini ger gjøldur burtururúr donsku luttøkuni á hermótinum. Tað løgna er, at sama dag er einki mark fyri, hvussu amerikanarar og vit onnur minnast øll fólk, sum søguliga eru fallin í allari krígsstøðu, og at undirstøðið í hesum friðarvarðveitandi minnisarbeiði fyri størsta partin sprettir úr USA. Tað er ástøðið hjá Gregory Stanton, sum í tíggju kanska alt ov einføldum stigum peikar á, hvussu láturliggering, úti...