Skip to main content

Posts

Rúni og Harrapoddurin

Mikudagin var Rúni Nielsen á vitjan í køkinum við tveimum mikrofonum frá Harrapoddinum . Tær eru smærri enn rullupylsurnar, ið vanliga verða settar á borðið hjá poddkastarum, sum vóru vit til altars hjá Al Capone og Marconi í tretivunum.  Hesar hjá Rúna eru frá avstralska Røde og mest sum ósjónligar og gloymdar, tá tær verða klipsaðar á flippuna.  Upptakarin er fartelefonin, og so starta vit og verða avbrotnir, tá kaffimaskinan larmar við boðum um, at nú eru tveir tímar farnir, og hon lukkar demonstrativt. Uttan at vit nakra løtu tendraðu ella kannaðu eftir í teldu og telefon, tí tær eru slettis við í borðprátinum um Náttarravnar, Bankatosk í Áarstovu, Whiskysmakking í gamla Seglhúsinum og tað undarliga, at tíma at geva seg undir arbeiði hjá øðrum, alt meðan fjørðurin reisir seg og regnið setir niður og dukar á gluggan.  Stikkorðini, Rúni hevur sent mær í messenger, eru: gastronomi, náttarravnar, filmur, at ferðast, at smakka uppá orðini…poddkastmentan + bloggamentan. For...

Glitrandi góður

  Sjáldsamt at lesa so góðan tekst, sum henda hjá Trygva Danielsen Bríksl, krím og spentar spengur í Oslo , sum undir frámerkinum hugleiðing er í Sosialinum í Vikuskiftinum, sum ískoytisblaðið eitir. Glitrandi góður. Trygvi eygleiðir tveir av hondbóltsdystunum hjá føroyingum í Oslo, har hann sjálvur býr. Fyrra eygleiðing er munandi sterkari og ber boð um, at hin seinna helst er stytt, fyri at passa á tvær opnur, sum í avísformi er rættuliga vítt. Í einum føroyskt miðlaðum gerandisdegi - har tú neyvan fært samanhang í útvarpstíðindini, tí tey eru so út av lagið illa lisini; gudviti, hvussu tey eru skrivaði, men til upplestur rigga tey ikki, tí tey verða tað bera kønk - er tað ein rár hending, at tú sum lesari, lurtari ella hyggjari kennir teg virðismettan, og kanst fara mettur frá at hava konsumerað eitt miðlaprodukt. Tað hendi í hesum føri. Eg bleiv enntá svangur eftir meir. Tí hetta er ein rundferð í Oslo, har vit renna okkum í snávingarsteinar, sum skrivarin hegnisliga og ...

Bullying við amerikansku sendistovuna

  Sjálvan minningardagin fyri holocaust og onnur fólkadráp, hava danskir veteranar í stillum sett eitt flagg fyri hvønn falnan danskan hermann við navni og dagfesting á í krígnum í Afganistan. Hóast minnisfløggini eru sett í blómukassar á almennum vegi, hevur amerikanska sendistovan við Dag Hammerskjölds Allé, við eins nógvum numrum sum jólakalendarin, fýraogtjúgu, ruddað tey burtur. Donsku veteranarnir vildu við stilla tiltakinum minnast teir vinir, ið fullu í krígnum. Orsøkin til markeringina er, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki bara tileinkisger, men eisini ger gjøldur burtururúr donsku luttøkuni á hermótinum. Tað løgna er, at sama dag er einki mark fyri, hvussu amerikanarar og vit onnur minnast øll fólk, sum søguliga eru fallin í allari krígsstøðu, og at undirstøðið í hesum friðarvarðveitandi minnisarbeiði fyri størsta partin sprettir úr USA. Tað er ástøðið hjá Gregory Stanton, sum í tíggju kanska alt ov einføldum stigum peikar á, hvussu láturliggering, úti...

Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?

Í dag er holocaustdagur, altjóða dagur til minnis um, at henda dag í 1945 fann og fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk, sum enn vóru á lívi í Auschwitzleguni. Norska minnistalvan sigur, at bara á hesum stað varð hálv onnur millión dripin. Skrivað stendur: «Altid la dette sted vare et rop av fortvilelse og et varsel til menneskeheten, hvor nazistene myrdet omkring halvannen million menn, kvinner og barn, hovedsalig jøder fra flere land i Europa. Auschwitz-Birkenau 1940-1945.» Krígsárini varð ein triðingur av jødiska fólkinum í okkara heimsparti, seks milliónir - og onnur ótald, sum eisini vórðu forfylgd - strikað, tileinkisgjørd, týnd og útruddað, ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt, men fyri nakað tey vóru. Myndirnar tók eg í Auschwitz á sumri í 2023, har munkar, lesandi og heilt vanlig ferðafólk møttust í tí, sum eftir er av miðevropeiska villfarilsinum at rudda út tey, ið ikki hóskaðu inn í røttu myndina, sum tá var, av etableraðum dannilsi í koman...

Mær dámar at hyggja

  Mær dámar at hyggja, sigur franska Isabelle Huppert í samrøðu við íslendsku filmskvinnuna Veru Sölvadóttir. Nýggi franski filmurin Ríkasta kona heimsins , sum fiktivt byggir á L’Oréal søguna og Banier-Bettencourt ‑ m á lið, er liðugur og Hrönn Sveinsdóttir hevur boðið okkum í Bió Paradís, har franskir filmsdagar eru á sjeyogtjúginda sinni. - Eg eri ein spectator og mær dámar at spæla persónar heldur enn leiklutir, sigur fremsta kvinnuliga franska stjørnan, ið 72 ára gomul gongur høgt uppí at varðveita biograf sum rætta rúmið at uppliva film í. Sjálv hevur hon og hennara nærmastu tveir biografar í París. Í dag er hon heiðursgestur á fronsku filmsdøgunum og tær hava verið á listasavni og tosa um at síggja og uppliva visuella list. Franska sendiráðið í Íslandi og Alliance Francaise de Reykjavík eru fremstu stuðlar nú tíggju franskir verða vístir, teirra millum Hin fremmandi , sum er nýggjasti filmurin hjá François Ozon, har hann í svørtum og hvítum byggir á skaldsøguna hjá Albert ...

Sissal er aftur á toppinum

Heimasíðan hjá Danmarks Radio og morgunsendingin hjá Kringvarpinum avdúkaðu í morgun, at við sanginum ”Infinity” er føroyska stjørnan, Sissal, aftur í ár við í heimsins størstu sangkapping, Eurovision Song Contest, sum verður hildið í Wien í Eysturríki tólvta, fjúrtanda og sekstanda mai í ár. Danska kappingin, har Sissal og tilsamans átta sangarar dystast, verður hildin í Frederikshavn hin 14. februar. Tá ber til hjá øllum í Kongaríkinum at atkvøða, so ikki bara fakliga dómsnevndin, men eisini fólkið er við í atkvøðugreiðsluni. Við sanginum ”Hallucination” fekk Sissal EBU-limalandið Danmark við í kappingina í fjør. Hetta varð fyrst ferð síðan 2019. Sissal hevur sjálv skrivað nýggja sangin saman við Chris Chordz, Malte Johansen, Joy Deb, Linnea Deb og Jimmy Joker, sum serliga í Svøríki eru kendir komponistar í hesum høpi. Um sangin sigur Sissal við heimasíðuna hjá Danmarks Radio í morgun: - ”Infinity” er på en måde et lille magisk univers i sig selv. Den er vævet sammen af ...

Fótbóltsfundur hjá Trump

Vitlíkið hjá Microsoft, Copilot, er sum ein granni, tú møtir í túninum. Í morgun avráddu vit báðir at fara inn til Trump, har hann í Hvítu Húsunum hevur fund við ES og evropeisku ríkisleiðararnar um heimsmeistarakappingina í fótbólti fyri menn, sum Trump sjálvur er vertur fyri í summar.  Infantino av Blankaskalla fekk eg ikki við á myndina, hóast hann í samtykkjandi infantiliteti gav Trump eina friðarheiðursløn, sum norski Støre og Nobelnevndin ikki megnaði. Guðviti, hvat hevði hent um forsetin ikki fekk nakað gylt í hondina. Spyrji vitlíkið, hvat hevði hent, um ES og evropeisku ríkisleiðararnir tóku heimsmeistarakappingina í mansfótbólti frá Trump og fluttu hana til Grønlands og Danmark? - Ein spennandi, og rættiliga dramatisk, hypotetisk støða, Birgir. Eg kann gott lýsa, hvat kundi hent í einum slíkum altjóða rumbli, uttan at taka støðu til nakran politiskan persón, svarar vitlíkið og útgreinar við ikoniskum ímyndum fyri hvønn lýsandi samandrátt: ⚽🌍 Um ES royndi at taka HM fr...

Rangan á Trump’sa Amerika

Í gjárkvøldi setti eg mær fyri at hyggja eftir nýggjasta Knives Out filmi á Netflix, Wake Up Dead Man. Eftir ein hálvan tíma mátti eg sanna tað sama, sum síðst eg ætlaði at síggja ein Knives Out film. Eftir eitt drúgt show off eru filmarnir so sjálvupptiknir, at teir enn ikki eru komnir um senukantin og út í rúmið, har eg vil uppliva filmiskt drama, men standa eftir sum inntonktir besserwissers í einum whodonnit puslispæli. Tað er sum at fáa film, í hesum føri krimi, uppá resept. Kliniskt og óviðkomandi. Men eg vildi síggja ein góðan nýggjan film á Netflix.  Leiti eina løtu og beri saman við ummælarar á IMDB og velji Night Always Comes.  Stillisliga intensur krimi úr fátækraøki í Portland, Oregon, býurin, har Matthew Workman býr, so eg kann fylgja við á Google Maps í hendingunum, har kvinnuligi høvuðsleikarin veruliga hevur nakað uppá spæl.  Hon roynir at keypa vesaliga heimið, so tað ikki verður selt undan teimum. So má hon finna uppá ráð, overnight, skulu hon og beiggin...