Altjóða filmstevnan í Moskva, sum byrjaði fríggjadagin í farnu viku, er nú av, og bestu filmar eru kosnir. Stevnan varð fyrstu ferð hildin í 1935 við montasjumeistaranum, Sergej Eisenstein, sum formanni. Nú er filmsnevndarformaðurin íslendski Friðrik Þór Friðriksson, gamli vinurin hjá Filmsfelagnum. Ein vágin gerð, at standa fremstur í Moskva, halda flestu. Í samrøðu við íslendska Síðdegisútvarpið, seinrapartsútvarpið, á rás tvey, sigur Friðrik, at hann skilir støðuna, men er forvitin, elskar film, og vil fáa innlit í, hvat filmsfólk, sum ikki eru uppií krígnum, gera, nú kríggið bleiv so drúgt. Hann sigur seg ikki gera film til ríkisstjórnir at síggja, men til áskoðarar, sum ganga í biograf og fakliga dyrka film. - At isolera fólk frá mentalívinum er ikki rætt, serliga tá tað snýr seg um fólk, sum ikki beinleiðis eru við í krígnum. Russiskir filmar hava altíð verið frammalaga í søguni, so filmstevnan í Moskva, sum eg oftani havi vitjað við egnum filmum, hevur altíð verið hámett. Fri