Skip to main content

Føroyar á Times Square


Um stutta tíð byrjar Icelandair at flúgva millum Keflavík í Íslandi og Vágar í Føroyum fimm ferðir um vikuna. 

- Endamálið er at bjóða teim mongu amerikanskum ferðafólkum, ið longu koma til Íslands, henda eyka ferðamøguleika, sum sjálvandi eisini gongur hin vegin við Føroyum sum byrjan, sigur Guðni Sigurðsson, kunningarleiðari hjá Icelandair, sum eg møtti á torginum í SMS fyrr í ár.

- Eg tosaði beint nú við okkara norðuramerikanska samskiftisstjóra, sum segði, at millum amerikanskar journalistar hevur aldri áður verið so stórur áhugi fyri einum nýggjum ferðamáli sum Føroyum. Tey eru øll spent um okkara nýggja ferðasamband. Á henda hátt vóna vit, at fáa fleiri ferðandi úr Norðuramerika og Føroyum, sigur Guðni, sum sendir lýsingamyndina av Føroyum omanfyri, sum Icelandair hevur sett upp á Times Square mitt í New York.

Tað er einki at taka seg aftur í, at eins og Føroyar eru eitt verjustrategiskt stað millum eystur og vestur, mitt fyri í Norðuratlantshavi, kunnu Føroyar eisini verða ein hubbur, ein samanknýtandi miðdepil, tá onnur enn vit fara at ferðast, kann flogvøllurin lúka treytirnar, sum komandi tíðir seta. Ágóðin er, at tá fáa vit nýggjar ferðamøguleikar út í heim.