Eftir at hava verið fluttur í annan heim í tríggjar tímar við einum flottum kekkiskum operafilmi, Il Boeme hjá leikstjóranum Petri Václav, sum lýsir tónaskaldið Josef Mysliveček (1737-1781), er tað hallusinerandi at koma út í regnváta Havnarmyrkrið, hoyra Skratsj endursent í Útvarpinum, og síggja so sterk fótbóltsljós, at tú hevur ilt við at koyra niðan við SMS, og mást steðga ovast í R.C.Effersøesgøtu. Tað er út móti midnátt og ikki en sjél at síggja. Men taka vit tað sum eina uppliving, og hvørki ljósdálking ella brot á ferðslulógina, og enn minni brot á nakra ferðslutrygd og so slettis ikki tilætlað terror í grannalagnum, so varð hetta ein eksemplarisk fotouppliving. Utonomjordisk, sum ein púra ópolitiskur svii segði um útsýnið uppi á Hotel Føroyum. Men eg sigi stakkals grannar niðri í Gundadali. Mínir tankar ganga til teirra. Fari mikudagin, tá vit vísa Perfect Days í felag, at spyrja Skratsj um fótbóltsljósini í Havni ikki eru brot á onkra borgaravenda fyriskipan í Fótbóltshavnini. Kanska veit Jógvan Páll at svara. Hann hevur í hvussu er útsýnið og kennir telefonnummarið hjá Vatnhamar.
PS! Eg haldi við Liverpool