Skip to main content

Einki alternativ

Í nýggju stavsetingarorðabókini er einki alternativ. Orðið finst ikki. Síðan hon kom fram, havi eg roynt ymsar inngangir til gerandisligt skrivligt arbeiði. Leys og støk orð, sum stavast so ella so. Her verða eingi orð sett saman, tí orðini verða ikki brúkt til samanbundið virksemi, eisini kallað samskifti. Orðini eru støk.

Hevði væntað, at eg fór at liggja skerflatur at lesa í nýggju stavsetingarorðabókini, men púra óvæntað havi eg slept henni.

Fór tí í prentaðu bókahillina, at blása dustið av størsta frambrotinum eg minnist, tá umræður orðabøkur. Tað var ensk-føroyska orðabókin hjá Stiðjanum frá 1992. Umframt at minnast hvussu dýr hon var, minnist eg hvussu stuttligt tað var á føroyskum at lesa um týdningin av orðum, sum tá vóru nýggj.

Hví í allari víðu verð eru orðabøkurnar ikki skipaðar og settar upp soleiðis, at brúkarin kann krossreferera á einum stað millum fleiri? Málið er livandi og ikki tengt at støkum orðum og starvsstovustirvnum bendingarmynstrum, sum tá fyrisitarar og politikarar í felag grípa heilt niður í fyrsta flokk at sleppa at bestemma, fyrst kristiligt innihald og so rættstaving og bendingarmynstur. Ein undarligur skúlameistaradeymur hongur uppi við tí, sum av maktávum skal kanoniserast sum antin rætt ella skeivt. 

Við einum heilum lívi av føroyskum innan í mær, hevur tað aldri verið har, eg fann málið, óansæð, hvat tað skuldi brúkast til. 

Í framhaldandi leiting kom eg eftir, at redaktiónin, sum eisini er eitt ikki-orð, er so kulturradikal, at hon vil stava níggjunda mánaðin við -ur, septembur. Frálíkt, nú eg skuldi tosa við ein steinhøggara um ein gravstein, og byggir eisini undir eina smakkdómaraatferð, eg bara havi valt, saman við mínum fyrrverandi starvsfelaga, tí hon smakkaði okkum betur. 

Men, hov, tá eg leiti eftir einum øðrum orði í stavsetingarorðabókini, síggi eg, at hon eisini stavar, so sum prentsmiðjurnar gera - september

Uttan at knýtt verður millum orðini og leitiúrslitini. Tað er óneyðuga tungt, nú útgávan er gjørd teldutøk.