Skip to main content

ALMA virðislønin til upprunafólk í Avstralia

Heimsins størsta barnabókavirðisløn, ALMA, sum er nevnd eftir Astrid Lindgren, varð í gjár latin upprunafólki í Avstralia, The Indigenous Literacy Foundation.

Virðislønin, sum svenska stjórnin stovnaði í 2002, er fimm milliónir svenskar krónur. Endamálið er "att värna barns rätt till bra berättelser."

Virðislønarmóttakarin í ár er virkin í 427 upprunasamfeløgum í Avstralia. Heimasíðan hjá ALMA sigur í morgun um virksemið hjá The Indigenous Literacy Foundation, at felagsskapurin stuðlar børnum at lesa um egin viðurskifti á egnum máli: 

”I sitt läsfrämjande arbete betonar ILF betydelsen av att urfolkens barn kan se sig själva, sin kultur och sitt språk återspeglas i böcker de läser.”

Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri valinum í ár:

"Med nyfikenhet och respekt arbetar Indigenous Literacy Foundation med läsning och berättande bland barn i de australiensiska urfolken. I tät samverkan med lokala samhällen lyfter de värdet av de egna språken och berättelserna. Genom att sprida böcker och stimulera läsande, berättande och skapande, bygger Indigenous Literacy Foundation läslust, stolthet, självförtroende och en känsla av tillhörighet. Alla barn har rätt till sitt språk och sin historia."

245 uppskot úr 68 londum vóru um virðislønarmóttakar, av hesum trý úr Føroyum, Dánial Hoydal, Bárður Oskarsson og Annika Øyrabø. ALMA virðislønin verður latin høvundum, teknarum, søgusigarum og teim, ið skunda undir lesiupplivingar.

Astrid Lindgren, sum doyði 94 ára gomul í 2002, var ongantíð í Føroyum, hóast hon helst er best umtókti barnabókarithøvundur á okkara máli. Tá Norrøna Felagði bjóða henni higar fyrst í 1990'unum, svaraði hon, at nú varð hon blivin ov gomul at gremja seg um, at hon aldri hevði verið í Føroyum.

ALMA stendur fyri Astrid Lindgren Memorial Award.