Í dag er hvítusunna, vit ynskja gleðiliga hvítusunnu og vit ynskja allari kirkjuni til lukku, tí hálvtrýss dagar eftir páskir hevur hon føðingardag, kirkjan. Tí var konsert í Vesturkirkjuni í dag við 73 ára gamla organistinum Iver Kleive og 61 ára gamla gittaristinum Knut Reiersrud og stóra Bach kórinum í Oslo, sum telur útvið 60 røddir. Umframt hina almennu kirkjuna, er høgtíðin so stór, at ein heil privatrørsla hevur tikið navnið til sín, hvítusunnusamkoman. Mentasøguliga stinga heitini so djúpt, at fyrr varð sagt pinsameinigheit, sum í grannalondunum, og ynskt varð gleðilig pinsafest. Veitsla hoyrdi teim, sum stóðu uttanfyri til, teim sum spældu harðan jazz á klaver, heldur enn lagaligt pumpiorgul, og tí vóru æviga fortapt, fyri ikki um at tala tey, ið praktisera barnadóp og konfirmatión, og tí kúga teir bíbilsku sannleikarnar, sum ein pinsaevangelistur skrivar í dag og heldur enn at gleðast ávarar um trúarligt forfall, nú vit eru í endatíðini: ”Í endatíðini ræður um at koma sær ve