Emil Juul Thomsen er deyður, 96 ára gamal. Í 2009, tá Havnin fylti hundrað, vóru Kinna Poulsen og eg og vitjaðu Emil, at velja millum teir mongu málningar av Steffan Danielsen (1922-1976), sum hann átti. Eftir at hava skoðað allar málningarnar inni hjá Emili 20. apríl 2009, vórðu seytjan málningar eftir Steffani valdir til framýningina Nólsoyarmálarin, sum lat upp á Látrinum á ovastevnu, 16. august 2009.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen, endaði setanarrøðuna á Látrinum henda dag í 2009 við hesum orðum:
Listamaðurin sjálvur hevur ikki verið millum okkum í 32 ár, og 28 ár eru liðin síðani myndir hjá Steffani Danielsen síðst vórðu sýndar fram. Men varðveitslan av málningum hansara hevur alla tíðini verið eitt hjartamál hjá Emil Juul Thomsen.
Vegna Tórshavnar kommunu skal eg tí veita honum og hansara næstrafólkum, kanska serliga Bjørn og vertsoninum John, eina hjartans tøkk.
- Emil, uttan tína umsorgan fyri listini hjá Steffani Danielsen varð henda framsýning aldri vorðin til. Í hvussu er ikki her úti, í bygdini hjá Steffani sjálvum.
Vit lýsa frið yvir minnið um Emil Juul Thomsen.