Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2026

Pan-ArcticVision - ein útpurring

Undir heitinum Make North Great Again var finala í ofta punk og tó eisini etniskt folk merktu sangkappingini Pan-ArcticVision í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.  Amund Sjølie Sveen úr Vadsø í Finnmørkini er upphavsmaður undir heitinum Nordting, sum í einum ertandi karmi um fólkafundir loftar upprunatankanum um fólksligu norrønu feløgini fyri hundrað árum síðan, og gevur teimum hvassan kant og eina tiltrongda provokerandi dagføring, sum kann verða kynspolitisk, og bráddliga bjóða einum palestina á pallin, og til sofaprát um forvístar minnilutar, eftir at ein eksilrussi úr Murmansk, Roman Gladyshev, sum nú býr í Fraklandi, hevði framført egna villa sangin "Home", ið eg greitt merki, at hann við lív og sál gongur inn fyri og tí kemur lagt út um pallin og allar kantar, har eru. Umframt eksilrussan dámdi mær serstakliga væl Annie Bartholomew og Kat Moore úr Juneau, sum við akustiskum bluegrasstónleiki úr fjøllunum í Alaska fingu OY at liva við, tá afterparty var seinni um kvøldi...