Skip to main content

Á fotoferð úr Amerika

So er Bill Schwab, ferðaleiðari, lendur í Føroyum og innskrivaður á Hotel Tórshavn. Sum sæst omanfyri, hyggur hann fegin út í føroyska ljósið, sum er hin besta søluvøra vit eiga, og tað púra ókeypis. Fotoferðin byrjaði í gjárkvøldið í Detroit, um Amsterdam til Keypmannahavnar og at enda í Vágum, har tveir leigubilar stóðu fyri teimum klokkan tvey í dag.

Fotoferðin í Føroyum varir til 19. september og tey hava gjørt ein ferðablogg, sum tey dagliga fara at seta myndir og filmar á. Tey hava eisini ein Facebook profil, har nógv vinfólk fylgja við, eisini Jógvan á Dul. Í morgin fara tey til Kirkjubø og Tjørnuvíkar. Eg eigi ein sess í bussinum, sigur Bill. So í morgin fari eg at avspáka. Viðrar, taka vit eina felagsmynd framman fyri standmyndini av Nólsoyar Páll. Tey eru ógvuliga hugtikin av sýmbolikkinum við fugli, tjaldri og ravni. Í meðan seti eg eina mynd av fimm av ferðafólkunum í horninum á Hvonn um nátturatíð.



Á ferðablogginum skriva tey soleiðis: Join 7 Photographers on a 7 day expedition of the beautiful Faroe Islands. Follow along while the trip unfolds as Andi Alexander, Jesse Alexander, Clay Lipsky, Byron McNew, Barron Snyder, Bryan Treen and Bill Schwab bring you photos, videos and stories of the adventure.