24.5.15

Føroyar eru millum bestu myndirnar!


Her er gandakenda grønskan í Saksun í breiðu fotolinsuni hjá amerikanska fotografinum Andi Alexander, sum vitjaði í Føroyum í september í 2012. Tá hon í dag tekur saman um øll tey lond, hon hevur ferðast í og avmyndað, hava Føroyar munin. - Some of the most spectacular and heartfelt images, I found in the Faroes, sigur hon, sum niðanfyri er avmyndað í Rættará og inni í Studio Bloch.


Andi Alexander hevur ferðast nógv og tikið myndir í mongum londum. Tá hon kom higar, hevði hon eisini vitjað í Íslandi. - Given a choice between Faroes and Iceland as a photographer who appreciates community and beauty, I would choose Faroes every time. There was an intimacy and friendliness I found there. And certainly a pride of who you are. Niðanfyri eru flestu í ferðalagnum avmyndað í Vágsbotni. Andi er nummar trý frá høgru og pápin, Jesse Alexander (f.1929), nummar tvey frá høgru.


Pápin, Jesse Alexander, er millum kendastu amerikansku bil-fotografar, eisini á filmi, við studio í Santa Barbara. Árið fyri hevði Andi arvað eitt gamalt analogt myndatól frá honum. Meðan eg sjálvur klikti tíggjutals talgildar myndir av øllum, eg sá, fortaldi hon mær um at fokusera og bara taka hitt eina bílætið. Tað hevði pápin lært hana. Sum eina mediterandi joga-venjing.

- My father, Jesse Alexander, gave me his Noblex Panoramic camera in 2011. It is a camera with fixed focus at 40' (12m), and a rotating lens. The lens rotates 135 degrees and the film (120mm) rests on the curved film plane, exposed through the constant shutter slit. Each exposure is 60mm by 120mm, thus yielding 6 images per roll.


Omanfyri er skiftandi føroyska ljósið fangað í september, meðan vit tosaðu um Kingo og sálmasang. Niðanfyri hevur Andi avmyndað skiparan á Ternuni av Gomlurætt til Skopunar.


- If you are interested in discussing any images, or the backstory of a particular portfolio, you can contact me at my website, sigur amerikanski fotografurin Andi Alexander og takkar fyri møguleikan at viðmerkja Føroyar sum myndaevni, nú DreamWorks hjá Seven Spielberg hava valt eitt stað í føroysku náttúruni at lýsa huglagið í søguni hjá Roald Dahl The Big Friendly Giant.