6.4.16

Dorit og Varðin


Teldutala

Varðin er farin til prentingar og fæst til keyps í næstu viku. Millum trukkar og papírsplattar hitti eg Dorit í Føroyaprenti í dag, og spurdi hana, hvat tað var, sum fekk hana at taka av tilboðnum, at gerast ritstjóri á Varðanum?

- Ein góður maður segði við meg, tá eg gekk og ivaðist, um eg skuldi átaka mær uppgávuna, at “Varðin er farin.” Hann meinti, at Varðin hevði havt sína tíð, men í dag var eingin grund at halda honum á lívi. Men eg eri ósamd í hesi niðurstøðu, sigur Dorit.

- Kringvarpið hevur tikið seg um reiggj og er farið at senda betri mentanarsendingar. Bløðini royna eisini at hýsa eitt sindur av mentanartilfari viðhvørt, og persónligir bloggar sum Birkblog hjá tær, og Listaportalurin hjá Kinnu Poulsen bera mentanartíðindi. Men eitt land má eisini hava eitt størri mentanarrit. Eitt mentanarrit, sum ikki bara hevur skaldskap, men eisini viðger samtíðar mentanarrák, vísir á granskingarúrslit av mentanarsøguligum slag og metir um ymiskar mentanarframleiðslur. Tí hava vit brúk fyri Varðanum, og tí tók eg av tilboðnum at ritstjórna hann, sigur Dorit avgjørd.


Er ein netmiðil ikki rættari miðil enn gamli Pappírsvarðin?

- Tað nýtist ikki at vera antin ella. Í løtuni er Varðin bara til sum pappírsútgáva, men arbeitt verður við at talgilda allar teir Varðar, sum higartil eru komnir út, og vónandi kemur limatali í Varðanum í eina so góða og fasta legu, at vit fáa ráð og umstøður at hava eitt áhugavert netstað til Varðan.

Men netið fer ikki at koma í staðin fyri Pappírsvarðan. Tað er kanska eitt sindur løgið, at eg sigi so, tí í Námi arbeiði eg við sBókum til miðnám, og sBøkur eru bøkur, sum bara eru tøkar á netinum. Men undirvísingarbøkur og mentanarrit eru tvær sera ymiskar útgávur.

Eitt mentanarrit skal spegla støðuna, beint tá tað verður givið út. Vit skulu ikki dagføra útgivnar Varðar á sama hátt, sum vit dagføra útgivið undirvísingartilfar. Eitt mentanarrit skal eisini vera ein heild, sum tú fært mettuna av, og tí skal tað seljast sum tann heild, tað er.

Men jú, vónandi fáa vit eisini ment eitt netstað til Varðan.


Fert tú at leggja teg í kjalarvørrin á undanfarnum ritstjórum, ella fert tú at seta tína egnu leið?

- Bæði og. Søguliga hevur Varðin havt nýskrivaðan og týddan skaldskap, mentanarsøguligar greinar, viðgerðir av samtíðarrákum og ummæli av serliga fagurbókmentum. Hetta eru alt tættir, sum eru verdir at halda fram við.

Men sjálvandi fer eitt ritstjórnarskifti at síggjast. Eg havi m.a. tríggjar tættir, sum skulu ganga aftur í hvørjum Varða. Fyri tað fyrsta ætli eg mær at hava eina samrøðu í hvørjum Varða. Í hesum Varðanum práti eg við rithøvundin, Marjuna Syderbø Kjelnæs.

“Úrval” er ein annar fastur táttur, sum eg havi hugsað sum eina sýning av onkrum slag. Tað kann vera ein sýning av onkrum listarligum ráki, tema ella verkum hjá ávísum persóni, og tað kann eisini vera eitt úrval av listahandverki ella onkrum listarligum náttúrufyribrigdi. Í hesum fyrsta Varðanum er tað Solveig Hanusardóttir Olsen, sum skrivar um eitt úrval av grindamyndum í føroyskari listasøgu.

Triði fasti tátturin er “Brellbitin.” Hesuferð er tað ein kapittul úr bókini Tað etiska kravið eftir danska gudfrøðingin og heimsspekingin, K. E. Løgstrup. Eilif Samuelsen er í holt við at týða bókina, og hon kemur út í heyst.


Hevur tú nakrar bindingar, ella ert tú púra leysa og frí sum ritstjóri á Varðanum?

- Púra leys og frí :-)

Hvat kanst tú bjóða teimum, sum senda tilfar inn til Varðan? Fáa tey øll eina ritstjórnarliga viðgerð og aftursvar, óansæð um tey koma við ella ikki?

- Alt tilfarið, sum kom inn til hendan Varðan, hevur fingið eina ritstjórnarliga viðgerð. Summi fingu boð um, at tekstirnir ikki høvdu ta neyðugu dygdina, og tey fingu so ymiskar viðmerkingar um, hvussu eg helt, at tey kundu fáa tekstin betri. Onnur høvdu ein góðan tekst, men fingu allíkavæl nakrar viðmerkingar um, hvussu tey kundu bøta hann, og so vóru tað tey, sum høvdu skrivað so væl, at eg hevði bestan hugin bara at seta meg at gráta.

Eg havi fingið nógv, gott tilfar inn, og eg havi valt tekstir út, sum eg haldi onkursvegna klæða hvørjum øðrum og hóska til løtuna. Ritstjórnarliga arbeiðið fevnir tó ikki bara um at viðgera teir tekstir, sum koma inn, men eisini at biða fólk skriva. Av teimum seks ummælunum, sum eru í hesum Varðanum, havi eg t.d. umbiðið tey fimm. Á tann hátt fái eg ta breiddina, sum eg vil hava.

Hvat eyðkenni er fyri teir tekstir, sum verða við í fyrsta Varðanum undir tínari hond?

- Tað eru 25 rithøvundar og seks týðarar við í hesum fyrsta Varðanum, so eg vil loyva mær at siga, at fjølbroytni er eitt eyðkenni. Eg haldi eisini, at har eru nakrir tematiskir træðrir, men teir skulu fólk kanska sjálv sleppa at finna.

Er nakað slag av teksti, sum tú saknar og vilt eftirlýsa?

- Tað eru tekstsløg og evni, sum ikki eru við í hesum Varðanum, men sum vera við í næsta Varða. Tí kann tað gott vera, at onkur fer at sakna okkurt, sum eg ikki sjálv eri so kedd um, tí eg veit, at tað kemur seinni.

Men eg hevði viljað, at eg hevði ein skaldsligan rithøvund, sum royndi seg fyrstu ferð við einari útgávu í hesum Varðanum. Tað havi eg ikki. Kanska tí eg eri ov kritisk. Men vónandi verður onkur debutantur við næstu ferð ella næstu ferð aftur.

Annars taki eg fegin ímóti alt slag av teksti. Fólk kunnu senda til teldupostin dorit@grein.fo