3.10.19

Mentamálaráðið stuðlar minnilutafestivali


Fremsti og størsti føroyski stuðul á triðja minnilutafilmfestivalinum, Faroe Islands International Minority Film Festival, er Mentamálaráðið. Norðurlendsku stuðlarnir eru Nordisk Ministerråd og Nordisk Kulturfond.


Tað sæst í nýprentaðu skránni fyri festivalin, sum mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, ávaraði í móti í morgunsendingini hjá Útvarpinum hin 24. september í ár:


”Jé fari at ávara føroysk foreldur. Ansið eftir børnum tygara! Her kemur ein lýsing um, at skúlaflokkar skulu niðan til nakrar púra ónormalar filmar, sum skulu vísast í Norðurlandahúsinum. Tað pínir okum øgiligt, og vit fáa kanska ikki gjørt nakað við tað her og nú. Men tað skal so avgjørt síggjast, at Miðflokkurin hevur verið í tí sessinum, jé siti í nú!”


Í skránni fyri minnilutafestivalin, sum verður í døgunum 10.-13. oktober, sigur Nadia Abraham, festivalstjóri, sum omanfyri sæst saman við samskiparanum, Dan Helga í Gongd, at filmar kunnu nýtast á ymsan hátt:


”Á ein hátt kunnu teir nýtast til at fáa teg at flenna, gera teg bangnan ella spentan. Tó kunnu teir eisini vera amboð, ein háttur at siga eini breiðari fjøld frá ósøgdum og innímillum torførum søgum. Teir kunnu geva íblástur og hjálpa okkum, at skilja heimin frá einum øðrum sjónarhorni, og vónandi stíla okkum nærri at einum meiri samkennandi heimi. Sum filmfestivalur velja vit hesar filmar, soleiðis at óhoyrdar og ósæddar søgur, gerast atkomuligar. Í ár vilja vit geva teimum tigandi ofrunum eina rødd, ið eru útfyri nútímans trældómi og menniskjahandli. Tí eru vit errin at seta festivalin við norðurlendsku frumsýninginið av Buoyancy, ið er ein søga um ein ungan drong, sum kemur út fyri trælahandli, ímeðan hann leitar eftir eini betri tilveru.”


Umframt at vísa film, vilja Nadia Abraham og hennara festivalfólk eisini skipa fyri verkstovu:

”Vit vilja ríka okkara høvuðsstað við kreativiteti, tí byrja vit FIMFF Lab, okkara fyrstu filmsskaparaverkstovu. Henda er ætlað føroyskum filmsfólki, og hava vit bjóða Ísold Uggadóttir, ið endaði festivalin síðsta ár við sínum filmi Andið Eðlilega, at hava eina handritsverkstovu.”


Meðan Buoyancy, sum er avstralskt Oscaruppskot, verður sýndur í Norðurlandahúsinum, tá filmstevnan byrjar hósdagin hin 10. oktober kl 19, verður kendasti filmur á skránni, Girl, sýndur í Perluni leygardagin hin 12. oktober kl 16. Fleirfalt virðislønti filmurin Girl er úr Belgia og er á flamskum og fronskum máli við enskum undirteksti. Tá filmurin varð sýndir í Cannes í fjør vann hann fýra virðislønir, m.a. Un Certain Regard.


At enda í fororðunum í festivalskránni, sigur Nadia Abraham:

"Eg vil fegin takka okkara høvuðsstuðlum Nordisk Kulturkontakt og Nordisk Kulturfond, og síðani Mentamálaráðið fyri teirra íkast, uttan tykkum hevði hetta tiltak og okkara arbeiði ikki verið møguligt. Komið við okkum til umráðandi samtalir, njóti filmar ið hava týdning, blandi tykkum og havi tað eitt sindur stuttligt!"

Góða eydnu við týdningarmiklu filmstevnuni!