FILMUR Brot úr samrøðu við seks 16 ára gamlar dreingir á miðlabreyt í stórum føroyskum skúla, summarið 1999. Umframt at rógva og spæla kurvabólt, møtast teir javnan at hyggja at splatterfilmi, ið er blóðdryppandi og ógvusligur ræðufilmur við einum farra av skemti. Dømi um tílíkan film er ”Braindead”, eisini kallaður ”Dead Alive” (Peter Jackson 1992). -Tá vit eru lidnir at rógva fara vit í videohandilin og leiga ein, ella tveir videofilmar, sum vit blíva samdir um. Helst splatterfilm. So fara vit heim til ein okkara og hava okkurt snask og cola við eisini. Hví splatterfilm? -Tí tá verða vit skjótast samdir. Hvønn film hava tit valt? -”Army of Darkness”, sum er ein splatter science fiction filmur. Hvat er tað? -Tað vil siga at tað er ikki ein gysari, men ein stuttligur filmur, sum vit kunnu skemta okkum við, grína eftir effektunum, ræðast og blíva kløkkir og grína í felag. Tað er alt. Eru tit bara dreingir? -Ja, altíð bara dreingir! Onkuntíð linka vit teldurnar, ístaðin fyri at hyggja e