Sosialurin, Vikuskiftið, 5. januar 2001: Nú eru longu fleiri ár liðin síðani árið 1984 fór í kav og vit kundu smýrast at ræðandi framtíðarsøgu George Orwells við sama navni. Og eisini filminum, sum kom sama árið Nú er aftur eitt ár upprunið, har ein framtíðarsøga gerst samtíðarsøga. Tað er skaldsøgan "2001: A Space odyssey", sum bretski rithøvundurin Sir Arthur C. Clarke (f.1917) skrivaði í 1968. Hetta kollveltandi árið fann hann saman við filmsleikstjóranum Stanley Kubrick (1928-1999) og burturúr hesi framtíðarsøguni skrivaðu teir handritið til samnevnda filmin, sum er um tiltiknu rúmdarferðina í 2001. Filmurin hevur langt síðani fingið kult-status og eftir at Kubrick doyði vóru flestu filmar hansara givnir út á DVD. Sir Arthur C. Clarke er ein av virknastu og mest kendu science fiction rithøvundum. Hann hevur eisini verið virkin granskari innan tøkni, samskifti og rúmdarferðir. Longu í 1945 hugsaði hann sær til ein samskiftis-fylgisveinin. Tað var í grein, hann nevndi Extr...