Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2003

Burt í annan heim

Oddagrein í Prix Føroyar blaðnum hjá Sosialinum 2003: Fremstu frítíðarítriv hjá skúlaungdómi eru í dag tónleikur og filmur. Og millum fremstu ynski um útbúgving og lívsstarv standa tónleikur og mentan. Tað staðfestir ein kanning millum túsund næmingar, sum í ár skulu gera seg lidnan við antin fólkaskúla ella miðnámsútbúgving. Økisgranskingardepilin hevur gjørt kanningina. Tað merkir ikki, at vit hava slept fiskivinnuni og øðrum vinnugreinum, sum í øldir hava bygt hetta land. Men kanska merkir tað, at tær hevdvunnu vinnugreinarnar hava alt truplari at virka sannførandi, eggjandi og nýskapandi yvirfyri føroyskum ungdómi. Á tónleikaøkinum er Musikkskúlaskipanin farin at virka kring landið og annað hvørt ár er Prix Føroyar tiltakið. Helst eru hetta tveir týðandi liðir í einum karmi, sum við professionalismu og nýhugsan hava skapt eitt nýtt føroyskt ungdómsrák, har snúningsásurin er tónleikur. Egin tónleikur. Og tónleikur er ikki longur bara nakað vit passivt stinga í fløguspælaran. Nei, ...