Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2005

Millum trúboðarar og vampýrar

»Djevulskapurin hevur tvinnanda uppruna: Øðrumegin er tann fyrilagaði djevulskapurin, sum eingin mannavilji fær rátt og hinumegin tann djevulsskapurin, ið menniskjað við vilja og vali er atvoldin til.« Umstrýddi rithøvundurin og ummælarin Carl Jóhan Jensen letur úr hondum nýggja skaldsøgu, »Ó - Søgur um djevulskap«. Birgir Kruse hevur hitt Carl Jóhan Jensen til eitt prát um vekingarrørsluna, skaldskap, og ljóðið frá øksum, ið verða brýndar. Viðtal, Dimmalætting 11. november 2005: – Ja, tað sær ikki mætari út, sigur ein lítillátin Carl Jóhan Jensen, tá eg spyrji, um hann hevur sett føroyskt skaldskaparmet. Framman fyri honum liggja 800 síður í blóðdálkaðum skinni, bókin »Ó – Søgur um djevulskap«. Hin drúgvasta skaldsøgan á føroyskum.Rithøvundurin, sum er nærlagdur ummælari, pussar brillurnar og hyggur metandi at mær, tá eg sigi skaldsøga. Tekur tjúkku bókina upp í hondina, vigar henni eina løtu og ger so í nýtum orðum vart við, at bókin er ikki ein søga og als ikki ein skaldsøga, men ba...