Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2005

Bøkurnar og eg

Bókasíðan, Sosialurin 15. desember 2005: Hvørja bók lesur tú í løtuni? - Saga Eysturoyar hjá Kristian Osvald Viderø. Lukkutíð hava fólk á Eiði ikki gingið so nógv við slatri, sum aðrastaðni, so har er avmarkað, hvat Viderø hevur fingið burturúr. Keypti bøkurnar hjá Viderø á útsølu herfyri. Hugtakandi univers, tað hjá Viderø. Glansbílætasamlarnar hjá Jóanesi Nielsen lesi eg eisini og so allar fakbøkurnar, sum Skúlabókagrunnurin arbeiðir við. Yrkingasøvn lesi eg javnan, og tað er neyvan dagur, eg ikki lesi eina yrking. Nýggja savnið hjá Heðini M. Klein lesi eg beint nú, og so vendi eg altíð aftur til Henrik Nordbrandt og Sálmabókina, har eg haldi Sámal A. Weihe vera serliga spennandi. Mær dámar væl sálmaskaldskap, og í so máta er norski Edvard Hoem eisini eitt gott boð. Hann eigur tekstin til ta fløguna, sum eg oftast man spæla, Den fattige Gud. Yvirhøvur brúki eg meiri tíð at spæla plátur og fløgur, heldur enn at lesa, tí rokk-lyrikkur liggur fremst fyri. Er tað onkur bók, tú minnist se...