Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2007

Førir børn í reinan heiðinskap

Tíðindagrein, Sosialurin 6. desember 2007: Filmurin Gylta Kumpassin , sum verður frumsýndur í Føroyum í morgin, verður lagdur undir at verða ein grov manipulatión av børnum og ungum. - Hetta minnir mest um heilavask, og børnini verða leidd aftur í reinan heiðinskap, sigur kunningarleiðarin hjá katólsku kirkjuni í Danmark. Føroyskur serfrøðingur í talgildum samskifti heldur, at børn hava góð filtur til at hyggja eftir filmum og at spæla telduspøl, sum kunnu tykjast ógvuslig. Tað eru ikki smávegis ákærur, sum í hesum døgum regna niður yvir stórfilmin The Golden Compass, ið verður frumsýndur kring allan heimin í morgin. Teologar uttanlands hølva filmin av, tí hann skal verða manipulerandi og hava til endamáls at undirgrava kristindómin við stórslignum undirhaldi, sum børnini og tey ungu eru verjuleys ímóti. Ein av teimum, sum finnist harðliga at filminum, er Iben Tranholm, teologur og kunningarleiðari hjá katólsku kirkjuni í Danmark. - Gylta Kumpassin er ein filmur í eini røð av filmum,...