Í góðum verðri í dag, nú mentanarnáttin er byrjað, vóru 50 fólk møtt á Hálsi í Havn. Øll við súkklu. Ørindini vóru at súkkla gjøgnum miðbýin.
Tróndur Simonsen úr Súkkluhandlinum í Sundum í Kollafirði greiddi frá um súkklur og súkkluhald og nevndi, at tað ringasta fyri eina súkklu er ikki at verða brúkt.
Gunnar Dahl Olsen legði lag á hvussu ein skal tryggja sær at bilførarar vita av okkum og hvussu vit kunnu súkkla trygt í býnum.
So løgdu vit til stroks oman eftir R.C. Effersøes gøtu, Bøkjarabrekku, Dr. Jakosens gøtu, J.C. Svabos gøtu, Velbastaðvegnum og so inn í Smiðjugerði, har Arni Clementsen og tey á Tekniska Skúla tóku ímóti okkum við frukt og vatni.
Eftir ein frálíkan túr, súkklaðu vit heima aftur í Vágsbotn.