Polakova Ella Mihailovna er forkvinna í felagskapinum av Soldátarmøðrum í Sankta Pætursborg. Ein ungur rýmingur greiðir frá um russiska herin og at liva undir jørð, meðan mamman grætur, til høgru á fjórðu myndini. Rýmingurin vísir horvnar hermenn og átrúnaðarligar ímyndir. Hølini eru kunningarmiðstøð, har ættarfólk fáa at vita um horvar hermenn. Møður savnast at greiða frá og spyrja. Thou shall not kill, stendur á eina uppslagnum. Niðast eitt uppslag um terror í lokalum bussi (Myndir: Birgir Kruse) Sjónvarpið vísti í kvøld ein film um russiska journalistin Anna Politkovskaja (1958-2007). Hon bleiv kend fyri at skriva um kríggið og umstøðurnar í Tjetjenia, greitt í andstøðu við allar tankar Putins. Tá hann hevði føðingardag, varð hon myrd. Gamal siður er í Russlandi at geva zarinum offurgavu á føðingardegnum. Á okkara døgum man Putin vera næstur einum zari. Eftir at hava sæð henda skakandi sjónvarpsfilm um viðurskiftini í Russlandi, kom mær til hugs nakrar myndir eg tók í Sankta Pætur...