Skip to main content

Bussar, bøkur og brekkur




Reyða brúgvin um gylta liðið, Golden Gate Bridge, dagar upp úr mjørkanum og vit eru í San Francisco. Terje avmyndar mjørkan, sum rullar inn í flógvan. Droymdi fyrstu náttina, at heimligi geografurin klamsaði hurina, tá eg vildi kalla býin Sankta Frans. Eg brávaknaði og ásannaði at her skulu vit búgva fýra dagar millum marglittar bussar, flipputar bøkur og steyrrættar brekkur, mitt í býnum.








Marglittu bussarnir er av ymsum slag og tykjast eysturevropeiskir, heldur enn stórbýaramerikanskir. Her eru eisini gomlu lunnavagnarnir, sum koyra oman á Fisherman’s Wharf meðan konduktørurin stendur á bremsunum og við handakraft snarar vognin á endastøðini, so hann kann koyra hin vegin aftur.






Í City Lights bókahandlinum er vanliga úrvalið við beat og beatnik, sum var hip í 1965 og longur aftur. Bókahandlarin er sum vant í ringum lag, men í lestrarrúminum á loftinum finni eg kortini eitt nýtt yrkingasavn, Good Poems - American Places, sum Garrison Keillor hevur sett saman, ætlað ferðafólki: 'To the tourists who like to look at this vast land and mingle with the citizenry and go home and tell about it.' Sjálvur hevur hann ferðast í mjørka í brattlendinum í Mykinesi. Og so er Dylan Thomas uppá tilboð, ellivu fløgur, har hann umframt egnar yrkingar, prosa og leikin Under Milk Wood, eisini lesur W. H Auden og William Shakespeare. Trýhundrað krónur fyri bæði Keillor og Thomas.




Brekkurnar eru brattar og kunnu vera ræðandi at koyra í, tá tú ikki ert vanur við automatisk gir og at hanga í girinum, tá tað upp í saman lýsir reytt og tú skalt standa mest sum upp og niður, halda frástøðu og ikki støðga ferðsluni – og kanska eisini taka myndir, lesa í GPS’aranum og telja frákoyringarnar.




Um kvøldið er fyrsta málið Chinatown, har vit skulu shoppa og eta, og síðan italski býlingurin við hópin av barrum og undirhaldi.




Nátturði er á lítlu Hong Kong matstovuni Utopian Café í eini bakgøtu í Chinatown. Her hava vit etið fyrr og okkum dámar væl hetta lítið prangandi kafeteria, sum mitt i kinesiska San Francisco meldrinum hevur ein egnan autentisitet.