Skip to main content

Matthew Workman


Leygardagin hittu vit Matthew Workman á hotellinum í San Francicsco. Hann hevði koyrt í egnum bili, einum grønum Subaru stationcar, í heilar seks tímar, bara at møta okkum. Hann hevði mikrofonina við og vildi geva aftur nakað av tí ovurhonds blíðskapi, hann hevði møtt í Føroyum tær tríggjar ferðirnar, hann hevði vitja har. Matthew er sjónvarpsjournalistur í Medford í Oregon og er maðurin handan The Faroe Island Podcast, sum útvarpið hevur sent brot úr mikumorgnar í summar. Sambandið til Føroya er íkomið saman við Tollaki Hansen og Elini Brimheim Heinesen.


Eftir eitt prát á hotellinum tóku vit taxa til Nob Hill, har Matthew bjóðaði døgurða á Yabbies Costal Kitchen. Vit fingu vælsmakkandi hummara og surf and turf, rækjur og kálv. Hóast Matthew helt at hummarin frá Hera Simonsen var hin allar besti, so fær matstovan Yabbies heilt góð ummæli í Zagat.



Eftir máltíðina gingu vit niðan brøttu brekkuna at fáa ís frá Swensen’s omaná. Sum smádrongur plagdi Matthew at koma her við pápanum.



Frá ísbarrini førdi Matthew okkum til brættastu gøtuna í San Francisco, Filbert Street, við útsýni til Coit Tower.


Í næstu gøtu, Lombard Street, møttu vit fýra ungum monnum, sum høvdu verið í italska býarpartinum og vóru ávegis heim.


Teir frittaðu, hvørji vit vóru, og Matthew tók mikrofonina fram og lýsti okkum sum íbúgvar í heimsins minsta landi. Ungu menninir gjørdust forvitnir og vit prátaðu heilt leingi um tungumál, skúlagongd og hvussu hugsanin var um ferðafólk í ymsum londum. Hin eini, longst til høgru, hevði júst verið í Paris í feriu. Hann var úr Modesto men hevði dupultan ríkisborgaraskap í USA og Fraklandi. Hinir tríggjir vóru úr Nebraska, hann í grønari stríputari troyggju var ættaður úr Vjetnam og hann, ið er longst til vinstru er av kinesiskari ætt. Og so var tosað um Bruce Springsteen og fótbolt í Nebraska. Men eisini um Ilionskvæði og málsligar samanberingar. Ein stuttlig aftanløta í Lombard Street, beint undir krúllutu brekkuni, við teim mongu blómunum, sum ofta sæst í filmi.


- Í takksemi fyri títt ídni at lýsa Føroyar og at knýta transatlantisk vinabond, siga vit sum við ein munn: Manga takk, Matthew!