Onkuntíð er tilveran svørt-hvít og einki annað. Alt verður svart ella hvítt, og slettis ikki grátt. Til dømis tá Atlantsflog ikki flýgur og tá tú á øðrum degi bíðar eftir farti heim. Til at stytta okkum stundir í tílíkum føri, fara vit at arbeiða við ymsum, sum er fyri hondina. Onkur skrivar, onkur filmar, onkur fotograferar og onkur gongur bara í kring í lufthavnsbygninginum, sum sætt at siga ikki er serliga stórur, og sum frálíður rættuliga óinteressantur. Her er einki, púrt einki. Hvørki svart ella hvítt. Bara keðsemi. Í hvussu er tá tú gongur her á øðrum degi. Og tað hóast ein fryntligur maður við dimmum og góðum skeggvøksturi bjóðar mær at vinna ein hvítan Audi R8. Men tað kostar at hugsa mær at vinna. Hundrað krónur bara fyri tankan. So eg gangi víðari, blaði í bløðum, eti pylsur og - ja, ein øl fer eisini niðurum. Í O'Leary barrini lenda vit á tosinum um myndatól og fara aftur til eina tíð við sannkenningini um at alt veruliga er svart-hvítt. Og í hesi sannkenning avmynda vit Una og Sakaris. Hin fyrra til arbeiðis á telduni og hin seinna við svart hvítum partisanturriklæði frá Hirbawi vevstovuni í Hebron á vestara áarbakka, har eisini Yasser Arafat var kundi. So er at bíða. Kanska flúgva vit ídag.