So kom spurnarblaðið frá Manntali í postkassan. Tá tú tekur blaðið upp í hondina og blaðar í tí, minnir tað eitt sindur um gomlu Candor og Sport príslistarnar í vavi, liti og sniði. Men spurnarblaðið er greitt at lesa og neyvan er nakað ivamál um, hvar og hvussu eg skal skriva. Fyrst skrivar eini persónurin í húskinum og so hin, ella hinir, um fleiri eru. Tá tú ert liðug við tín part, verður hetta upplýst. Greitt og væl skipað. Sjáldsami fríggjadagurin 11.11.11 verður eisini brúktur. Spurt verður um nakar fremmandur gisti undur somu lon henda dag, um tú vart burtur hesa nátt og hvør hjúnastøðan var. Og kanska er tað ymist, alt eftir nær á hesum degi svarað verður. Tað eru nógv, ið ætla sær at giftast fríggjadagin ellinta í ellinta í ellivu. Og so er eitt stuttligt tilboð um at taka eina mynda henda sama dag klokkan 11:11 og senda hana til heimasíðuna hjá Manntali. Stuttligt, við fynd. Tær, sum eru óðar um heitið, Manntal, vita ikki hvat tær snýta seg sjálvar, Móðurlandið og Hagdeildina fyri. Gott Manntal!