Í dag er Leap Day í enskt talandi heiminum. Okkara Leypársmessa var fríggjadagin 24. februar. Dagurin verður settur inn, tá skotár, ella leypár er. Tey, ið tosa so eksklusivt mál sum føroyskt, hava oftast nógv orð at velja í og smakka uppá, tá eitt og sama fyribrigdi skal lýsast. Tað er nokkso stuttligt hjá lærarum, sum eiga minst tveir reyðar pennar. Í so máta er tað bara Facebook, sum er lærarareyðpennafrítt rúm. Leypársmessa er bara leypár. Sagt verður í álmanakkanum, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu, sum er 25. januar, og í bergið á leypársmessu. Dagurin í dag, Leap Day, verður eisini kallaður tampardagur. Frálíka netjaða, ella álinju, orðabókin hjá Sprotanum, sigur hesi ensku orð um føroyska tampardag: (sø.) Ember day (originally a Catholic fast day at the beginning of each quarter of the year); sum ~ er (til veðurlag), verður tann ársfjórðingurin the way the weather is on Ember day, the way is it going to be the following three months Tampardagur er fýra ferðir hvør...