Skip to main content

Gávugóðs handað


Sunnudagin varð Anton Petersen heiðraður við gávugóðsi. Talur vórðu hildnar og Anton greiddi frá um egna filmin Skýming og um at uppliva film við kroppinum heldur enn tilvitskuni. Undir spennandi frágreiðingini hendi tað stuttliga at uppvørpan lýsti orðið ‘tekst’ beint á pannuna á filmslistamanninum. Ein hugfarslig uppliving millum mynd og tekst. Nærmyndina tók Ole Wich.


Millum tey fleiri enn hundrað fólkini, ið møttu til hugnaliga tiltakið í fabrikkini hjá Østrøm, vóru foreldrini Kaj og Aslaug Petersen úr Havn.


Anton lat seg avmynda saman við Bjørn Kalsø, landstýrismanni, Sigurði í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, sum er formaður í nevndini, Oddfríða M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Herálvi Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.


Innan Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, handaði Antoni Petersen gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, grundgav formaðurin í nevndini, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, fyri, hví valið fall á Anton:

“Skýming er ein stutt søga um ein mann, ið leitar eftir sær sjálvum. Ítøkiligi karmurin er eitt parlag á okkara døgum í Havn við Nólsoynni í baksýni. Anton hevur við hesum filmi sett sær stórar avbjóðingar, sum eisini hava staðið við í langa tíð. Umframt søgugongdina, har mannligi høvuðsleikarin leitar millum barndóm og manndóm, kunnu vit eisini siga, at Anton sum leikstjóri leggur lunnar undir ein sermerktan stíl og máta at bera fram film úr okkara veruleika og náttúru. Umframt tilknýtið til barndómin, ofta lýst við tølandi minnismyndum, tykist Anton í hesum filmi serliga at dvølja við sambandið við náttúruna. Í hesum evnisvali skapar Anton eitt huglag, har vit mitt í tí triviella undrast um skapanarverkið. Anton sýnir eitt myndamál, ið er serstakliga egið og sjálvrannsakandi. Hetta síggja vit serliga í uppafturtiknum nærmyndum av høvuðsleikaranum. Sjáldsomu nærmyndirnar fata vit sum rannsakandi og náðileyst gjøgnumlýsandi sjálvsmyndir av einum leitandi leikstjóra. Leitanin vitnar um strong krøv til sín sjálvs, og krøvini verða sett úr øllum filmiskum vinklum. Uppi við hesum sjáldsama myndamáli hóma vit afturljóð frá stóru filmsmeistarunum, eitt nú Andrej Tarkovsky, sum ung filmslistarfólk her á landi eru farin at skifta orð um. Henda tilvitska um film sum miðil er sjáldsom og so mikið meir verd at stuðla.”


Torvald Poulsen var garðyrkismaður – gartnari – í Havn og hevði vakstrahús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði til Torvald doyði. Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin, tí hann helt, at tey ungu við listarligum evnum skuldu fáa ein møguleika afturat til at fáa stuðul til at nema sær útbúgving. Í testamentinum ásetti Thorvald at nevndin skuldi vera sett saman av formonnunum í Føroya Lærarafelag og í Listafólkasambandinum og at rektarin á Fróðskaparsetrinum skuldi vera formaður.


Sigurð í Jákupsstovu gjørdi eisini vart við nýggju karmarnar í gomlu fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð við hesum orðum: “Eg vil bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til hesi hølini her í fabrikkini hjá Østrøm, ið eru so hegnisliga sett í stand, og sum geva spennandi og góðar karmar fyri tiltøk av slíkum og líknandi slag. Fróðskaparsetrið ynskir at skapa góðar umstøður fyri trivnaðar- og mentunartiltøkum, har tey, ið lesa hægri lestur í Føroyum, kunnu leggja lunnar undir eitt livandi og kveikjandi lestrarumhvørvi. Vit meta at fabrikkin hjá Østrøm hevur potentiali til just hetta og tí er gjørd avtala um at Setrið og okkara lesandi kunnu nýta hølini ávíst dagatal. Hátíðarløtan í dag er fyrsta almenna tiltakið, ið setrið skipar fyri her í fabrikkini.”  


Nógv nýttu høvið at tosa við Anton og hoyra um hansara lestur í Prag og framtíðarútlit annars. Her er tað Gunvør Balle, sum framman fyri improviseraða løriftinum skiftir orð við Anton um film.



Í trappuni hjá Østrøm eru tveir ungir leikstjórar á veg uppeftir, Sakaris Stórá og Anton Petersen. Vit ynskja tykkum báðum og øllum, ið fáast við føroyskan film, góðan byr.