Skip to main content

Smápartafelagið Kufóður


Í nítjan ár hava vit, 10-15 mans, møtst til jólaborðhald við góðum samspæli og sangi. Í ár vóru vit Milson Zachariasen, Hallur Joensen, Jóan Petur Hansen (Beddi), Ragnar í Vík, Sonhard Johanessen, Oddbjørn Vágslíð, Petur Rouch, Jóhan á Plógv, Jóhannes Jacobsen (Jóanes í Uppsulum) og eg sjálvur. Ymisku hølini á ymsu støðunum hava altíð verið hugnalig við góðari matskrá og so sangbókini hjá Hank Williams. Seinastu árini hava vit slakað nakað um krøvini, bara at syngja Hank Williams, til eisini at syngja føroyskar klassikarar sum Lívið hjá Teimum av Kamarinum og Sjómaður kvøður hjá Simma og Teimum. Hesuferð savnaðust vit í hugnaliga kjallaranum hjá Gepetto í Kráargøtu í Klaksvík, har Hallur sat fyri borðendanum og skipaði fyri kapping millum norðanmenn og sunnanmenn at gita, hvør sang eina góða og langa røð av ymsum jólasangum, sum vit hoyrdu í stuttligum ljóðbrotum.


Kring borðið var dúgliga gitt og skrivað, hvør mundi eiga ymsu røddirnar og útsetingarnar av sangum sum White Christmas og Blue Christmas. Vínið, First Drop Mother's Milk, er úr Avstralia og til høgru sæst Jack Daniel's úr Lynchburg í Tennessee. Á heimasíðuni hjá Rúsini stendur, at Jack Daniel's 'er Tennessee whiskey, sum hevur ravgyltan lit, anga av vanilju, lakress og karamell, smakkurin er merktur av eik, karamell, vanilju og lakress, eftirsmakkur er turrur og royktur.'


Sunnanmenn vunnu eina minnistalvu, har innskrivað stendur 'Smápartafelagið Kúfóður, Spurnarkapping, Norður - Suður.' Petur Rouch heldur talvuni, sum Magnus Arge gjørdi. Aftanfyri Petur sæst Jóhan á Plógv, sum fekk konuna, Guri Tórsdóttir, at koyra okkum norður og suður. Takk fyri tað!



Hallur fortaldi livandi um upptøkurnar við stjørnunum í Nashville og vit sóu við egnum upptøkum, hvussu leikur fór, tá Hallur og Kris Kristofferson møttust og sungu Nobody Wins beint fram og live í upptøkurúminum. Sangurin endar við at Kris sigur við Hall 'You made my day' og so flennir hann so hjartans fegin. Fantastiskt, at Hallur úr Klaksvík hevur møtt so stórum stjørnum í hesi sjangru, og fingið teir, Charley Pride, Bobby Bare, Bellamy Brothers og Kris Kristofferson, at syngja duettir til egna føroyska útgávu. Veit ikki hvussu nógv geva sær far um tað, men Hallur hevur sett Klaksvík á heimskortið.



Tað gongur ikki frá mær, at ein klaksvíkingur fær Kris Kristofferson at flenna so hart, sum omanfyri. Men nú eru stundir til ársins fyrilestur í kúrekafelagnum Spf Kúfóður. Tað er Oddbjørn Vágslíð, ið greiðir frá um eina 70 ára gamla yrking um eina barr, sum átti einki øl, og sum avstralski Slim Dusty (1927-2003) tók til sín og gjørdi heimskendan, A Pub With No Beer.


So var Kontrykvissur kontrýmanna í kúrekafelagnum Kúfóður 2013. Við 28 av 30 møguligum stigum vann Petur so ruddiliga aftur í ár. Vinngin lat Jóhan á Plógv. Tað var ein singerað fløga við sjáldsomum sangum og upptøkum við Waylon Jennings (1937-2002).


Petur, sum eisini er teldumaður við dyggum innliti í alt tað talgilda, hugleiddi um nýggja tøkni, sum kann goyma allan heimsins tóneik á einum lítlum geyma sum hesum.


Men ólíka er at handfara singleplátur og LPplátur úr vinyli, har tú kanst føla plátuna, anda hana i teg, og lesa húsan, sum í hesum føri er Detroit City/Heart of Ice við Bobby Bare frá 1963. Tað er sangurin við niðurlagnum I Wanna Go Home, sum allir bygdamenn í Havn munnu kenna. Í fjør var sangarin sjálvur, Bobby Bare, inni hjá Oddbjørn á Brekku.


Singeplátur verða enn givnar út. Omanfyri sæst ein av 500 talmerktum útgávum av sanginum um hópdrápsmannin, Psycho, sum Leon Payne (1917-1969) yrkti. Týska plátufelagið Bear Family Records gevur nú sangin út, soleiðis sum Eddie Noack (1930-1978) sang hann í 1968. Ein kultsangur, sum Elvis Costello eisini syngur.


Her eru fimm tær bestu útgávurnar í ár, sambært Petur Rouch, ið er vertur í sendingini Rót og Rútma, hvønn leygarmorgun í Útvarpinum. Úrvalsútgávurnar eru Eddie Noack Psycho/Dolores úr einum retrospektivum savni við 24 sangum frá 1962-1969, við frámerkinum: Eddie Noack - Psycho: Songwriter And Cult Hero Of Trash. Hinar útgávurnar eru: Emmylou Harris og Rodney Crowell Old Yellow Moon, The Civil Wars, Joey + Rory Made to Last og Hallur With Stars and Legends. Millum rættirnar syngur Ragnar frálíkar nýggjar sangir, sum hann sjálvur hevur yrkt.



Eftir matin syngja Sonhard og Jóanes í Uppsulum eina kovboyduett frá Flemish Kap tíðini. Hattin hevur Jóanes fingið frá Peturi Rouch. Hatturin verur verðandi í Klaksvík, sigur Petur.


Og so er felagssangur í øllum kjallaranum. Hallur syngur fyri og fleiri spæla undir.



Milson hevur blanku dobro'ina við og hon klingar út í hvønn krók, frá Aloha Oe, umvegis sálmin Blessed Assurance til slagaran Sjómaður kvøður. Eitt frálíkt kvøld, kanska hitt besta í hesum høpi, við góðum mati, undirhaldi og sangi, og tí allarbesta turra kjøti á midnátt. Takk fyri hesuferð, vit siggjast aftur næsta ár!