Í kvøld hoyrdust tey gleðiligu tíðindi, at Danmarks Radio hevur sagt upp samstarvssáttmálan við okkara egna Kringvarp um at endursenda og samsenda danskt fjølmiðlatilfar her, mest sum ókeypis. Orsøkin er at finna í nýggju føroysku Upphavsrættindalógini, sum Føroya løgting samtykti 23. apríl í ár. Myndina av Kringvarpsstjóranum, Dia Midjord, tók eg 31. august í fjør, tá hann tók yvir eftir Anniku Mittún.
Tað kann ikki annað enn metast sum ein bati av teim heilt sjáldsomu, at einvegis nalvastrongurin úr Danmark til Føroya, tá tað ræður um tíðindi, referansur, reportasjur, filmar og prime time undirhald, verður kliptur, tí at Danmarks Radio, sambært Upphavsrættindalógini, ikki longur kann forsvara at senda tilfar nærum ókeypis til okkara. Nú kunnu vit sleppa úr hesum óynskta bundinskapi og lata upp fyri øðrum norðurlendskum almannarásum. Og kanska orka vit eisini at knýta nýggj sambond við grannalond í Norðuratlantshavi, so sum Skotland, Írland og Kanada.
Hóast hetta er ein púra óvæntað stórhending, fer nýggja støðan at krevja nógv av Kringvarpi Føroya, sum tíanverri hevur niðurlagað allar partar í skránni, eisini tíðindi, tí eingin hevur higartil sýnt vilja at rinda tað, sum alment kringvarp kostar.
Ongastaðni í verðini er nøkur sjónvarpsstøð, sum bara sendir egið tilfar. Einaferð var ásett í lóg um kringvarp, at ein ávísur partur, haldi tað var 33%, skuldi verða føroyskur. Tað var vónleyst at náa og tí varð minstamarkið skjótt strikað. Pengar skulu til at halda so nógvum tímum gangandi, sum vit eru von við at fáa mest sum ókeypis úr Damark.
Tí verður spennandi at síggja, hvussu Kringvarpið fer at byggja skránna, hvussu drúgv hon verður og hvat hon fer at kosta.
Eg gleðist yvir, at umsíðir kunnu vit gera okkum vónir um, at tað almenna sjónvarp, ið kom so skeivt í verðina, sum hugsast kundi í 1984, nú sleppur at standa á egnum beinum og vísa egnar eginleikar. Og tað kann ikki verða annað enn gott. Sera gott!
Heimasíðan hjá Mentamálaráðnum upplýsir um upphavsrætt, at:
hann er rætturin hjá tí, ið hevur gjørt ella framleitt eitt verk, til í ávísan mun at ráða yvir nýtsluna av verkinum. Til dømis er ikki loyvt at endurgeva tekst hjá øðrum uttan at nevna kelduna ella treytaleyst at taka niður tónleik á netinum. Lógin um upphavsrætt tryggjar rithøvundum og listafólkum lógarfest einkarættindi til vard verk ella framleiðslur. Lógin hevur ásetingar um nýtslu av vardu verkunum og ásetir eisini t.d., at rættindahavararnir hava rætt til samsýning fyri nýtslu av verkunum. Lógin um upphavsrætt rættleiðir sostatt viðurskiftini millum vard verk, rættindahavarar og brúkarar. Lógin er eitt amboð til at eggja rithøvundum og listafólkum at skapa verk, tí lógin tryggjar rættindahavaranum samsýning fyri nýtslu av teirra verkum. Tað verður mett sum ein samfelagsuppgáva og rímiligt at verja verkini. Samstundis tryggjar lógin eisini, at brúkarin hevur atgongd til verkini, m.a. gjøgnum felags skipanir. Viðskiftafólk sum t.d. kringvørp, matstovur, dansistøð o.o. rinda t.d. fyri at spæla tónleik eftir nærri lýstum reglum. Upphavsrættarlógin verjir bókmentalig og listarlig verk. Upphavsrætturin verjir ítøkiliga verkið, soleiðis sum tað kemur fram, t.e. ta listarligu tilevning, ið listamaðurin hevur givið verkinum. Upphavsrætturin verjir ikki hugskotið. Hugskot, grundreglur, myndevni og líknandi, ið liggja aftan fyri eitt verk, kunnu onnur frítt nýta. Bert ítøkiliga tilevningin verður vard. Tann, ið framleiðir eitt verk, hevur upphavsrættin til verkið. Hesin verður nevndur rættindahavari. Tó kann upphavsrætturin heilt ella lutvíst fara til onnur sambært avtalu, vegna arv ella líknandi. Um fleiri rættindahavarar eru til sama verk, eiga teir saman rættin til hetta felags verk. Fyri at kunna eiga lut í upphavsrættinum skal rættindahavari hava skapað verkið, ella part av hesum, sjálvstøðugt. Hjálparfólk, ið hava hjálpt við tøkniligum ella praktiskum tingum, eru ikki at rokna sum rættindahavarar. Ávís sløg av verkum, sum t.d. filmar hava fleiri rættindahavarar, so sum tekstsmið, tónasmið, myndafólk, leikstjóra o.s.fr. Onnur verk hava vanliga bert ein rættindahavara, t.d. skaldsøgur, har bert rithøvundurin er rættindahavari.